Røðan kann lesast niðanfyri:
---
Góðan dagin øll somul.
“At gráta hevur sína tíð, og at læa hevur sína tíð;
at syrgja hevur sína tíð, og at dansa hevur sína tíð.”
Hesi vælkendu orðini úr Prædikarans bók, runnu mær til hugs, nú vit fyri mánaði síðani kjakaðust um, hvørt tað var neyðugt at flyta valdagin til fólkatingsvalið í Føroyum.
Sjálvur helt eg ikki at tað var rætt, at allahalgannadagur, har vit í stillum gráta, syrgja og minnast, skuldi vera hátíðardagur.
Tí valdagur er hátíðardagur. Vit hátíðarhalda fólkaræðið.
Tá læa vit og gleðast um, at vit liva í einum fríum og frælsum landi.
Men eins og vit skulu hátíðarhalda fólkaræði, eiga vit eisini steðga á og minnast grundarlagið, sum vit byggja landið á.
Vit skulu minnast tey dýru offur, sum hava við sær, at vit í dag hava eitt ríkt og væl virkandi samfelag.
Tí kjakið um dagfestingina fyri fólkatingsvalið í Føroyum fekk samstundis allahalgannadag fram í ljósmála.
Og tað var bæði gott og neyðugt.
Eg hoyrdi fleiri siga: ger tað nakað, um vit skulu á val allahalgannadag?
Tað er jú vanligur arbeiðsdagur.
Var tað ikki bara fyrr, at skip gingu burtur við mann og mús?
Jú, skipini í dag eru tryggari. Túrarnir styttri. Og samskiftismøguleikarnir betri.
Og tøkk fái Gud, at tað í dag hendir sjáldan, at skip ganga burtur.
Men tíðin er avgjørt ikki farin frá hesum minningardegi.
Tí søgan um miss á sjónum endurtekur seg framvegis dagin í dag.
Um tað eru fleiri ella færri, ið sjólátast, ella einans EIN, ið fórst á havinum í einum ári, so er hjartasorgin, tregin, saknurin og missurin hin sami fyri konu, børn, mammu, pápa, systkin og onnur, ið varða av.
Hesi kenna sviðan av deyðans køldu hond.
***
At deyðans kalda hond slær hart, máttu føroyingar sanna, eina kalda apríl nátt fyri gott 90 árum síðani.
Náttin millum 9. og 10. apríl í 1932 var ein feigdarnátt í søgu Føroya.
Hesa náttina gingu sluppirnar Laura og Immanuel burtur í ógvusligum ódnarveðri á veg heim av Suðurlandinum.
Vanlukkan var óskiljandi og sorgin svár og óbøtandi.
38 mans sjólótust hesa náttina.
Tann yngsti var 16 ár og tann elsti var 39 ár. Dreingir og menn í bestu árum. Pápar, synir og brøður.
Meir enn helmingurin av manningini á Immanuel var úr Søldarfirði, og fyri eina lítla bygd var slagið ómetaliga hart.
Ellivu av 30 húskjum í bygdini mistu son, mann ella pápa. Og í bygdini sótu 6 einkjur eftir. 23 børn høvdu eftir einari nátt mist pápa sín.
Men hendingin minnir okkum samstundis á tað, sum í øldir hevur eyðkent okkum her í Føroyum.
At vit koma hvørjum øðrum við og styðja, stuðla og styrkja hvønn annan, tá ið lívsins óløgi holva seg yvir einstaklingar og húski.
Fleiri eri frásagnirnar um hjálpsemi hjá bygdarfólkinum aftaná vanlukkuna.
Hvussu bøurin óvæntað var sligin, tá einkjan kom upp um morgunin. Um eitt kók, ið stóð á trappuni, júst sum kovin var tómur ella eitt oyra, ið lá eftir á borðinum, tá gestir høvdu verið á gátt.
Og soleiðis er tíbetur enn í dag.
Tá ið á stendur, og sorgin og deyðin vitja, tá hyggja vit føroyingar ikki burtur. Vit standa saman við teimum, sum hava mist, og hjálpa teimum gjøgnum sorgina.
***
Góðu tit
Øll vit, sum eru komin saman her í dag, og allir føroyingar kring oyggjarnar, vilja vísa, at vit standa saman við tykkum, ið so sárt hava mist ein av tykkara kæru.
Mín bøn er, at hann ið øllum valdar, skal geva tykkum styrki og troyst.
Lat meg enda við hesum rámandi ørindi úr vakra sálminum Guð signi várt fólk, har tað siglir og rør, ið er nr. 579 í sálmabókini.
“5. Guð, bjarga tú fólki um firðir og høv,
har mangir av okkara funnu sær grøv;
til havs hevur farið
so fagur ein skari,
hann hvílist har úti, men vaknar ein dag
og syngur frá sjónum hitt himmalska lag.”
Við hesum orðum fari eg vegna Føroya landsstýri og alla ta føroysku tjóðina at lýsa samkenslu við tykkum, ið mist hava.
Jesus veri hjá tykkum øllum!
***
Saman drýpa vit høvur í sorg.
Síðani allahalgannadag í fjør eru hesir føroyingar deyðir á sjónum:
- Jóhan Petur Suni Olsen, 56 ár, andaðist 21. november 2021. Hann sigldi við Hav-Nordlandia, ið lá við bryggju í Miðvági.
- Petur Johansen, 52 ár, druknaði við aliringarnar í Miðvági, 22. februar 2022.
- Maciej Krzysztof Broniszewski, 48 ár, andaðist umborð á Suðringi, 13. februar 2022.
- Karl Sofus Lamhauge Garðalíð, 59 ár, druknaði við vestara bryggju í Havn, 18. juni 2022.
Friður veri við minni teirra.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald