2022-11-01 23:51
Tað hevur verið spennandi at fylgt við danska valinum í kvøld. Tá ið 99,8% av atkvøðunum vóru taldar upp stóð at reyði blokkar fekk 86, og blái blokkur 73, meðan flokkurin hjá Lars Løkke Rasmussen stóð til at fáa 16 sessir.
Nú tá ið liðugt var telja upp hevur reyði blokkur 87 sessir, og skulu hava 90 sessir fyri at hava meiriluta. Úr Føroyum kann reyði blokkur væntað sær atkvøðuna frá Sjúrða Skaale, og væntandi fær reyði blokkur eisini tvær atkvøður úr Grønlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald