Politikkur

Revsingin fyri brotsverk ímóti børnum skal herðast

Revsiramman fyri fleiri álvarslig brotsverk ímóti børnum – herundir barnaporno, grooming, neyðtøku, samlegu við barn undir 15 ár, blúnisbrot, avnoyðslu (sextortion) og myndatøku uttan loyvi – er í dag lutfalsliga lág.

2026-06-23 08:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder


Hetta hevur eisini við sær, at fyrningarfreistirnar í slíkum málum eru stuttar, tí tær eru tengdar at revsirammuni. Í praksis merkir hetta, at álvarslig brot ímóti børnum kunnu fyrnast skjótari enn onnur brotsverk.

Samanbera vit við rúsevnamál, síggja vit, at revsingin í Føroyum í ávísum førum er harðari enn í Danmark, tí mett verður, at rúsandi evni hava serliga álvarsamar avleiðingar í einum lítlum samfelagi.

Sama sjónarmið eigur eftir mínum tykki at galda fyri brotsverk ímóti børnum. Í Føroyum eru offur ofta meira sjónlig í samfelagnum, og avleiðingarnar kunnu fylgja teimum alt lívið – bæði sosialt og persónliga.

Tískil hevur Fía Selma Nielsen, tingkvinna, sett Beinir Johannesen, løgmanni, hesar spurningar:

  • Hevur landsstýrið nakrar ætlanir um herða revsingina fyri lógarbrot, sum snúgva seg um at gera seg inná børn?
  • Metir løgmaður, at tað ber til at meta lógarbrot ímóti børnum í einum lítlum samfelagi sum størri brot, sum skulu revsast harðari,enn í størri samfeløgum?
  • Um so er, at løgmaður ætlar at arbeiða fram ímóti at herða revsingina, hvat er so hugsanin at gera?

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder