Og Sjúrður Skaale hjálpti væl til við spurningum á Fólkatingi.
Hetta málið trýstu Javnaðarflokkurin,Tjóðveldi og Framsókn ígjøgnum Løgtingið, hóast fólkakirkjan og øll onnur trúarsamfeløg staðiliga mótmæltu.
Og nú er tað frí fosturtøka, sum er á skránni, og sum Javnaðarflokkurin eftir øllum at døma roynir at slóða fyri í Føroyum.
Bæði Aksel Johannesen og Sjúrður Skaale hava alment boðað frá, at teir taka undir við fríari fosturtøku, og Sjúrður brúkar danskar pengar fyri at seta málið á skrá í Føroyum.
Vit síggja eisini, at frí fosturtøka er eitt høvuðsevni hjá Mette Frederiksen, og danska stjórnin tekur undir við tí óhugnaligu áheitanini hjá WHO um óavmarkaða atgongd til fosturtøku.
Hetta er ræðandi!
Verði eg valdur á Fólkating, fari eg at stríðast ímóti hesum!
Jógvan á Lakjuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald