Sendingin “Kanst tú siga farvæl?” hevur í stóran mun sett dagsskránna fyri tíðindaflutningin seinastu dagarnar. Sendingin er ein góð áminning um, at vit áhaldandi kappast um unga fólkið, sum leitar sær eftir útbúgving. Vit mugu tí áhaldandi arbeiða fyri at okkara samfelag er kappingarført mótvegis eitt nú Danmark.
Summi í sendingini hava tó víst á, at Føroyar er eitt ov stirvið og konservativt samfelag. Og í gjárkvøldið skrivaði Ingilín D. Strøm millum annað soleiðis: “Vit skulu tí skumpa nógv meir undir grundleggjandi progressivitetin í samfelagnum, um vit skulu vinna kappingina um tey ungu við okkara grannalond.”
Hesin progressiviteturin, sum Ingilín umtalar, er øðiliga primitivur eftir mínum tykki. Eitt samfelag sum ikki tryggjar øllum børnum rættin til lívið er primitivt. Eitt samfelag sum sigur, at tú ert tann tú følir teg vera, er primitivt. Og eitt samfelag sum ikki byggir á eina trygga grund er eitt sera primitivt samfelag. Hví? Tí hetta er tað sama sum aldargomul samfeløg áður hava roynt. Og tað er bara at lesa søguna hvussu tað gekk hesum primitivu samfeløgunum.
Eitt framkomið og modernað samfelag virðir rættin til lívið. Í einum framkomnum samfelagið er mann samdur um grundleggjandi fakta, so sum at ein maður er ein maður og at ein kvinna er ein kvinna. Tey framkomnu og sivilu samfeløgini í evropa, harímillum Føroyar, eru í flestu førum bygd á góðu kristnu grundina.
Tað er út frá hesum grundarlagi, at vit skulu byggja eitt gott vinnulív, Fróðskaparsetur og góðar karmar annars, sum skal fáa enn fleiri føroyingar at koma heim aftur.
Steffan Klein Poulsen, Løgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald