2026-04-02 11:45
Sum vit skrivaðu í morgun, so sigldi Pressarin hjá MEST á Skerhólm í Sørvágsfirði um 23:30 tíðina í gjárskvøldið.
Alibátur fekk tikið báðar mennirnar av, og bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways setti ein bjargara niður við tveimum pumpum. Skjóttgangandi báturin hjá Vága Bjargingarfelag - IVAN - var eisini boðsendur at hjálpa.
Um 00:30 tíðina í nátt var Pressarin fingin til bryggju í Sørvági, og hava fólk frá Sørvágs sløkkiliðið hildið stand við fimm pumpum í alla nátt til hann bleiv hivaður uppá land um 9 tíðina í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald