Burtursæð frá 1989, so hevur skilnaðurin um samband og loysing ikki lagað undir samstarv millum Sambandið og Tjóðveldi. Kortini hevur føroyskur politikkur sum heild bygt á samstarv.
Inntil mantra hjá formanni Javnaðarfloksins bleiv, at hann als ikki vil samstarva við Fólkaflokkin, uttan so, at Fólkaflokkurin fer at reka javnaðarpolitikk?
At formaður javnaðarfloksins sjálvsøkið hevur valt at verða eksponentur fyri at dæmonisera flokk, sum umboðar fimta hvønn veljara kann undra. Men kanska er formaðurin í politiskari hugmóð hugtikin av vaksandi tíðarrákinum burturi í heimi, har nógvu íkomnu rørslurnar í sjálvsgirnd og intoleransu spjaða og undirgrava fólkaræðiligu karmarnar. Bróta samfeløgini niður innanífrá í produseraðum neomarxistiskum sjálvrættvísi – seta seg í offurrollu at definera rætt og rangt, ilt og gott.
Annars er einki í politikki javnaðarmanna, sum burdi eggja til góðar veljarakanningar. Í skjótt farna valskeiði hevur flokkurin absolut ikki víst á nakað alternativ, uttan øktan fordeilingspolitikk, at knokkroyta vinnuna og so páhaldið um, at Fólkaflokkurin er landsskaðiligur.
Einki rullað aftur
Á valinum í 2011 arvaði borgarligu samgongan eitt fíggjarlógarhall frá javnaðarformanninum uppá 600 – 700 mio kr.
Sera truplar tíðir. Alheimsfíggjarkreppa. Borgarliga samgongan valdi ótradionellar leiðir. Flatskattur, forskatting av pensiónum osfr. Aftaná tógvi stríð og massivan kritikk frá andstøðuni, rukku borgarligu flokkarnir kortini málinum, javnvág á fíggjarlógini í 2015. Harafturat tók fólkavøksturin dik á seg í 2013 og hevur vart síðani. Tungu tøkini vóru tikin, framburðurin var eyðsýndur.
Andstøðan, sum tá í 4 ár hevði proklamerað at rulla allan borgarliga politikkin aftur, kom til valdið við javnaðarformanninum sum løgmanni. Einki varð rullað aftur.
Ístaðin var enn ein skattalætti latin eftir sama leisti, sum borgarliga samgongan hevði skorið, men ikki framdi áðrenn valið.
Burtursæð frá trábeintna virkinum hjá formanni Tjóðveldis um at kollvelta alla høvuðsvinnuna, sum endaði í hurlivasa, so hevði sosialistiska samgongan ongan politikk at vísa á, uttan meirnýtslu, har helvtin av øktu útreiðslunum blivu fjaldar í skipanum uttanfyri fíggjarlógina. Alt gekk sum best bar til, og var løgmaðurin lítið annað enn statistur í politiksu manegini hjá Tjóðveldi.
Men alt bar til, eingin politiskur motorur var neyðugur. Har var undanvindur hvønn dag, sum borgarliga samgongan hevði orsakað.
Hækkandi vælferð
Tá borgarliga samgongan tók um endan í 2019 kom tó skjótt undan kavi, at í skuffunum lógu fleiri ógoldar rokningar.
H-bygningurin á LsH gjørdist ein fíggjarlig marra. Rakturin á heilsuøkinum undirfíggjað osfr. osfr. Nógv var at rudda í. Samstundis rendi samfelagið seg í koronusóttina og nú í alheimskreppu orsaka av krígnum í Ukraina.
Kortini hevur borgarliga samgongan megnað at halda fast við góðu gongdina, sum hon legði lunnar undir frá 2011 til 2015.
Heilsuverkið hevur nú 200 mio. kr meira árliga enn undir landsstýrinum hjá javnaðarformanninum, størsti vælferðarvøkstur nakrantíð, og á almannaøkinum er játtanin hækkað við ikki minni enn 400 mio. kr. Harumframt eru nógvar vælferðartænastur mentar.
Hetta burdi verið góðir tónar hjá teimum, sum hava tikið monopol uppá (sjálv)rættvísi, men so eiðasørt.
Spinn og alibi
Hví javnaðurin hevur góðar veljarakanningar, er tí ilt at meta um.
Flokkurin hevur ongan politikk at vísa á í hesum valskeiðinum. Sjálvt lógina um sjófeingi vil formaðurin ikki rulla aftur.
Einki politiskt alternativ er komið haðani uttan fagurlætni og populisma, gjøld á vinnuni og so páhaldið um at blokera fimta hvønn føroying.
Formaðurin hevur gjørt seg til talsmann fyri systemiskari spjaðing, sum ikki er annað enn politiskt spinn fyri at fáa alibi at sleppa í sosialistiska samgongu, har hansara leiklutur verður hin sami yndirbrotligi - at vera orkrestreraður av domptørinum í Tjóðveldi, sum ótroyttiliga virkar í endurspeglingini frá farnum kollektivistiskum tíðum.
Samstundis fer fraktiónin av vónaríkum sosialdemokratiskum sambandsveljarum aftur at koma til húsa sum av torvheiðum. Einaferð afturat fingu teir krakk frá javnaðinum.
Livst so spyrst.
Bjarni Djurholm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald