Vinna

Plássbílegging fyri akfør og ferðafólk á Sam á Kalsoyarleiðini

Í morgun fór Sam aftur í sigling á Kalsoyarleiðini, eftir at hava verið tríggjar vikur á beding til árligt eftirlit.

2023-09-12 16:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 SSL.fo


Tá ið Erla Kongsdóttir og Sildberin avloystu Sam, varð plássbíleggingarskipanin sett í verk. Skipanin
heldur nú áfram umborð á Sam og fevnir umframt um ferðafólk nú eisini um akfør.
Umboð fyri Strandferðsluna hava tvær ferðir seinastu vikurnar verið á kunnandi fundi og borgarafundi í
Kalsoynni og umrøtt tørv, sjónarmið og meiningar um farleiðina. Á borgarafundinum í síðstu viku
kunnaði landsstýrismaðurin eisini kalsoyingar um, at bygging av nýggjum skipi fer í gongd í 2025.
Ferðafólkastreymurin til Kalsoynna er vaksin sera nógv seinastu árini, og tí gjørdi Strandferðslan fyri
nøkrum árum síðani av at seta fimm bilapláss fast av til tey fastbúgvandi. Skipanin við fimm bilaplássum
heldur áfram. Eisini verða 30 pláss fast sett av til tey fastbúgvandi. Restin av plássunum verða løgd út í
plássileggingarskipanina. Verða ikki øll plássini bíløgd til ein túr, verða tey seld øðrum, um
eftirspurningur er. Sam tekur íalt 115 ferðafólk og 12 persónbilar.
Enn sum áður fara tey fastbúgvandi at nýta borgarakortið frá Klasvíkar kommunu. Strandferðslan hevur
eisini bjóðað umboðum fyri staðbundnu nevndunum í ein eftirmetingarbólk. Kunning og upplýsing um
leið 56-Klaksvík-Syðradalur sæst á www.ssl.fo og verður eisini send umvegis sms-skipanina.
Plássbíleggingarskipanin fer eisini at verða sett í verk á hinum sjóvegis farleiðunum hjá SSL.
“Tað hevur víst seg, at við plássbílegging gerst planleggingin av ferðingini munin smidligari og lættari
fyri bæði tey fastbúgvandi, onnur ferðafólk eins og manning”, sigur Niels Juel Arge, stjóri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder