Pensjónsaldurin er framvegis 67 ár
Og ikki 68 ár, sum Landsbankastjórin upplýsti í útvarpinum í gjár
Í sambandi við frágreiðing um fíggjarliga støðufestið landsins fyri fyrsta ársfjórðing í ár, ið alment varð løgd fram fyrrapartin í gjár, mánadagin 4. juli, hevði útvarpið samrøðu við landsbankastjóran, Maluna Johansen.
Í samrøðuni á miðdegi nevndi landsbankastjórin okkum pensjónistar eina eldrabylgju, sum bara økist, og at tað var gott, at vit gerast fleiri og fleiri pensjónistar.
Men so var sama pláta aftur at hoyra. Tað var jabbið um, at av tí at vit gerast fleiri og fleiri eldri, førir hetta við sær, at trýst verður á eldra- og pensjónsøkið. Og at tað eru vit eldru, sum leggja trýst á heilsuøkið, tí tað eru serliga vit eldru, sum brúka heilsuøkið.
Sum um tað næstan bara eru pensjónsar, ið súgva alla orkuna úr heilsuverkinum.
Hon segði, at trýst var lagt á at hjálpa okkum eldru, og somuleiðis, tá tað ræður um pensjónir. Neyðugt fór at verða at seta pensjónsaldurin longur upp.
”Pensjónsaldurin er settur upp til 68 ár, men hann má longur upp. Tí sum nú er, er ikki yvirskot á fíggjarlógini, so har er neyðugt við broytingum”, segði hon.
Hetta er ein misvísandi upplýsing at koma við. Núgaldandi pensjónsaldur er ikki 68 ár, sum Landsbankastjórin upplýsti, men 67 ár.
Annars kann nevnast, at Føroyar er eitt av teimum londunum í Europa, har flest pensjónistar halda áfram at arbeiða eftir pensjónsaldur. Teir rinda skatt av inntøkuni og spara landskassanum pensjónsgjøld. Tí hevur tað ikki nakran skund at hækka pensjónsaldurin.
Fólkapensjónin hækkast, ikki aldurin
Tað ljóðaði, sum um, tað vóru pensjónistarnir, ið tømdu landskassan. Her skal viðmerkjast, at tað eru pensjónistarnir sum hava fylt landskassan upp og hava syrgt fyri, at yngra fólkið er so væl fyri, sum tað er. Vit gjalda framvegis skatt av tí, vit sum pensjónistar hava rætt til frá tí almenna, ja, enntá tvær ferðir, um vit hugsa um Samhaldsfasta.
Sambært eini frágreiðing til Pensjónsnýskipanina, sum løgtingið samtykti í 2018, stendur, at fyri at styrkja búskaparliga haldførið, hækkar pensjónsaldurin við einum hálvum ári í 2025 og síðani við einum hálvum ári aftrat í 2030.
So ikki fyrr enn tá, altso í 2030 verður fólkapensjónsaldurin hækkaður í Føroyum úr 67 árum upp í 68 ár.
Víðari stendur í hesi somu frágreiðing í Pensjónsnýskipanini, at aftaná hetta (altso í 2030) verður sett í verk ein skipan, har pensjónsaldurin verður treytaður av gongdini í miðal lívsævi hjá fólki, ið hava nátt fólkapensjónsaldur. Almannapensjónin verður í størri mun lagað til aðra inntøku, og land og kommunur fáa fleiri skattainntøkur, so hvørt talið av pensjónistum hækkar við tað, at útgjaldið úr Samhaldsfasta, t.e. løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, hækkar, og fleiri fara at fáa pensjónsviðbót, ið bæði verða skattað við útgjald.
Lógin um 68 ára pensjónsaldur varð tíanverri samtykt í løgtinginum við Pensjónsnýskipanini, men verður hækkaði aldurin ikki galdandi fyrr enn í 2030.
Í staðin fyri at hækka pensjónsaldurin áttu okkara politisku myndugleikar heldur hækka fólkapensjónina, nú allir prísir og tænastukostnaðir eru farnir upp.
Beate L. Samuelsen, forkvinna
Landsfelag Pensjónista
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald