Fyrst av øllum eri eg samdur við Búskaparráðnum í, at vit eiga at effektivisera - ikki bara eldraøkið, men allar geirar í samfelagnum. Og at vit skjótast gjørligt eiga at innføra eitt fíggjarpolitiskt regulverk, til tess at tálma tí ótálmaða vøkstrinum í almennu útreiðslunum seinastu mongu árini.
Eri eisini samdur við Búskaparráðnum í, at førdi fíggjarpolitikkurin ikki er ella hevur verið haldførur, heldur ikki undir samgonguni, sum eg sjálvur var partur av, so er tað sagt.
Samanborið við onnur vestanlond, hava vit havt ein relativt høgan búskaparvøkstur, ið allur er farin út í økta almenna nýtslu, tíverri. Vit kunnu ikki framleiða ella vaksa okkum burturúr trupulleikunum við fíggjarliga haldførinum hjá tí almenna.
Vit eru nú og komandi árini noydd at arbeiða við nýskipanum, sum er breitt politiskt funderaður, t.v.s. har minst 3 av størru flokkunum standa aftanfyri, so havi eg sagt tað einaferð afturat.
Tað, sum eg haldi er óheppi við hesi framløguni hjá Búskaparráðnum er, at hon næstan bara tekur støðið í, at pensjónsaldurin skal hækka munandi, upp til 72-73 ár fyri at fáa haldføri í búskapin uppá sikt - eitt quick fix.
Hetta er forrestin júst tað sama sum danska pensjónskommisiónin sigur, t.e. at pensjónsaldurin skal hækka við 1 ári hvørt 5. Ár, byrjandi í 2035, upp til 72-73 ár.
Og tað, sum ger meg serstakliga ivasaman um hesa framløguna er, at hon kann forða fyri einum neyðugum nýskipanararbeiði um, hvussu vit skrúva hetta samfelagið saman í framtíðini, tí vit hava jú loysnina uppá haldførið givnað uppá forhond - vit skulu bara skrúva uppá pensjónsaldurin, so er haldførið tryggjað.
Og forvæntar Búskaparráðið, at allar vaskikonir, sjúkrasystrar, heilsuhjálparar, heilsurøktarir, sjómenn, timburmenn, fólkið á kryvjivirkjum og flakavirkjum og fleiri við teimum í framtíðini fara at verða so væl fyri, at tað ikki verður nakar trupulleiki hjá teimum at halda á fram í 5 ár afturat.
Vit skulu eisini hava í huga, at tað eru ein ikki so lítil partur av arbeiðsfjøldini, sum koma út á arbeiðsmarknaðin, tá tey eru 17-18 ár, meðan onnur ikki byrja sítt arbeiðslív, fyrrenn um 30 ára aldur. Skal munur gerast á hesum, tá vit tosað framtíðar pensjónsaldur?
Skulu vit í framtíðini vænta, at tað verða pensjónistar, íð skulu passa pensjónistar á eldraøkinum og á okkara sjúkrahúsum.
Eg má erliga ásanna, at eg stóð eftir við fleiri spurningum enn svarum aftaná hesa haldførisfrágreiðingina frá Búskaparráðnum.
løgtingmaður fyri Sambandsflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald