Politikkur

Pensjón - eisini fyri øll

Undir valstrýðnum er ymskt komið fram um hvussu okkara pensjónistar eru stillaðir.

2022-12-08 13:40 Author image
-
placeholder

Eitt sum eg eri gjørdur varðugur við er, at tað er munur á viðbótini hjá einum pensjónisti føddur áðrenn 1. Januar 1953 og aftaná.

Hetta eigur at rættast upp skjótast, tí tankin í 2017, tá ið nýskipanin kom ígjøgnum var tann, at hatta kundi rættast uppaftur seinri, men enn er hetta ikki gjørt.

Pensjónsskipanin í dag leggur upp til, at tað altíð skal loysa seg at arbeiða, so tað er ongin ivi um, at her er ongin forðing í tí, men at vit eiga at regulerað tær kr. 45.000, sum man kann forvinna áðrenn mótroknað verður í fólkapensjónini, tað vil haldi eg, at vit saktans kunnu taka undir við.


Bergur Robert Dam Jensen

Valevnið hjá Javnaðarflokkinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder