Tað merkir færri pengar til námsfrøðingar og hjálparfólk. Færri pengar til dagstovnar. Í eini tíð, har vit hava tørv á tí øvuta. Við hesi gongdini fer samgongan at syndra dagstovnarnar og natúrliga sosiala tørvin hjá børnum.
Hesum taki eg als ikki undir við.
Vit hava tørv á fleiri pengum, fleiri ressursum og betri umstøðum til starvsfólkini á dagstovnunum.
Og so verður sagt, at familjan fær fleksiblar umstøður av tí. Men tað verður kostnaðarmikið fyri savningarmegina í samfelagnum. Felagsskapurin, har øll rinda í sama kassa, verður spakuliga broyttur til tað verra.
Jú fleiri fara av arbeiðsmarknaðinum og fáa pengar fyri tað, jú færri eru at lyfta saman og rinda skatt til felags ágóðar. Felags ágóðar, sum alt samfelagið fær nyttu av. Tað er soleiðis, vit byggja land í okkara frálíka samhaldsfasta norðurlendska vælferðarsamfelagi.
Hetta er tíverri at vanvirða alt, sum er bygt upp á námsfrøðiliga økinum seinastu mongu árini.
Vit mugu byggja upp heldur enn at bróta niður.
Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald