Vestmanna kommuna: Vestmanna Bygdarráð einmælt samtykti at loysa Paula Trond Petersen úr starvinum sum borgarstjóri í Vestmanna Kommunu.
EIN HEILSAN FRÁ PAULA TROND PETERSEN.
Eg havi boðað kommunustýrinum í Vestmanna frá, at eg leggi frá mær sum borgarstjóri.
Fyrr í ár fekk eg møguleika at royna sjólívið. Tí bað eg um farloyvi og mynstraði umborð. Ætlanin var ongantíð, at farloyvið skuldi gerast permanent, men nú mær stendur í boði at fáa fastan kjans, so havi eg tikið avgerðina, at tíðin er røtt at gevast sum borgarstjóri.
Mær dámar ótrúliga væl sjólívið og má staðfesta, at hugurin til sjógvin er størri enn til politikkin.
Vit hava nógv dugnalig fólk í bygdarráðnum. Tí veit eg, at góða arbeiðið heldur fram, ið vit hava framt hesar seturnar, har eg stóð við róðrið. Eg verði sitandi sum vanligur kommunustýrislimur setuna út av virðing fyri teimum, ið hava valt meg, men á komandi val stilli eg ikki uppaftur.
Eg fari at takka øllum teimum, ið hava valt meg hesi árini, øllum teimum, sum eg havi samstarvað við, uttan tykkum høvdu vit ikki rokkið teimum málum, ið eg errin hyggi afturá.
Pauli Trond Petersen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald