Annað

Paul Watson heldur seg uttanfyri 12 fjórðingamarkið

Skipið hjá Paul Watson - John Paul de Joria - kom í føroyskan sjógv fyrrapartin í gjár.

2023-07-08 08:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, tók hósdagin avgerð um at seta skipinum John Paul de Joria forboð fyri at koma inn í ytra sjóumveldi Føroya, t.e. ikki er loyvt at koma innum 12 fj. markið frá føroysku grundlinjuni.

Skipið hjá Paul Watson kom annars í føroyskan sjógv í gjár, men hevur hildi seg uttanfyri 12 fj. markið.

John Paul de Joria hevur siglt við 10 mílaferð síðani tað fór úr Killybegs mikudagin, men tá ið tað var komi norðum Suðuroynna í gjár um 22 tíðina, var ferðin á skipinum tikin av, og hava teir siglt við 2 til 4 mílaferð norðeftir í nátt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder