2023-07-05 22:18
Skipið hjá Paul Watson - JOHN PAUL DEJORIA - skuldi upprunaliga til Íslands, men nú tá ið eingin stórhvalur skal veiðast áðrenn 31. august, so hevur Paul Watson broytt ætlan, og hevur nú sett kós ímóti Føroyum.
JOHN PAUL DEJORIA loysti úr Killybegs fyrr í kvøld, og verður væntandi í Føroyum fríggjadagin.
Paul Watson hevur verið her áður, og tað er tað ikki altíð gingið so friðarliga fyri seg.
Í gjár segði Micael Boolsen, fúti, við KVF, at løgreglan er farin at fyrireika øll neyðug stig í sambandi við vitjanina. Hann hevur ikki fleiri viðmerkingar enn hetta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald