Sørvágs Kvøldskúli grundar sítt virksemi á løgtingslóg um frítíðarundirvísing, sum ásetir, at kommunan skal seta á stovn almanna og serstaka frítíðarundirvísing og frítíðarvirksemi í einum vavi, sum er hóskandi og tørvur er á. Frítíðarundirvísingin stendur øllum borgarum í kommununi í boði.
Sum leiðari fyri frítíðarundirvísingini er avgerandi, at tú dugir at fyriskipa, kveikja og samstarva.
Sum leiðari vænta vit, at tú framhaldandi mennir frítíðarundirvísingina og skipar undirvísingina eftir tørvi, men við atliti til játtanarkarmin til frítíðarundirvísingina hjá Sørvágs kommunu.’’Umsøkjarar skulu helst hava læraraútbúgving ella aðrar samsvarandi førleikar.
Setanar- og lønarviðurskiftini verða eftir avtalu við Sørvágs kommunu
Umsóknin skal sendast til [email protected] ella sum bræv til Sørvágs kommunu, Varðagøta 8, 380 Sørvágur
Umsóknin skal verða Sørvágs kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19. juli 2024.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til skúlastjóran á tlf. nr. 233221
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald