Ikki er ókent, at ungfólk úr Norðstreymoy fara til Havnar um vikuskiftini at hugna sær, og tað hava tey gjørt í mong ár. Fyrr varð ofta farið avstað í privatbilum, sum gjarna vóru ovurfyltir, so tað var ikki vandaleyst.
So hendi ein vanlukka í 90-unum oman fyri Kvívík, har onkur fekk mein fyri lívið, og tað skakaði sjálvsagt fólk. Men ein av teimum, ið eisini vildi gera nakað við tingini, var Øssur Christiansen í Vestmanna, sum er barnvaksin í Kvívík.
Ein góð skipan
Hann tók tá stig til sokallaða Náttarbussin, ið var ein meira skipað koyring við ungfólki, so hann fór úr Vestmanna um Kvívík og Kollafjørð til Havnar, so tey ungu kundu sleppa ‟í býin”. Ásetta tíð var hann so aftur eftir teimum og syrgdi fyri, at tey trygt kundu koma heimaftur til hús.
Skipanin við Náttarbussinum hevur riggað til dagin í dag, og hetta er bæði ein skipan, teimum ungu dámar væl, og sum ikki minst foreldur og avvarðandi kenna seg trygg við og eru glað fyri.
Hóskvøldið, tá ið Lions Club Tórshavn hevði limafund, varð Øssur Christiansen heiðraður sum ‟Ársins borgari 2024” fyri hetta arbeiði sítt við Náttarbussinum. Har fekk hann eitt heiðursskjal og eina lítla peningagávu.
MYNDATEKSTUR:
Dánjal Joensen frá Lions Club Tórshavn, ið umfatar alla Streymoynna, handaði hóskvøldið Øssuri Christiansen heiðursskjal sum ‟Ársins borgari 2024”, sum er heiður, ið verður latin honum fyri arbeiði hansara í yvir 25 ár við Náttarbussinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald