Mentan

Ósakligt trýst frá læknum á politiska mynduleikan

.

2024-05-03 10:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Ósakligt trýst frá læknum á politiska mynduleikan

Síggi í Dimmu, at 71 navngivnir læknar, 61 kvinnur og 10 menn, hava alment givið seg til kenna at vera forsprákarar fyri fríari fosturtøku.

Ein av stigtakarunum starvast á gynækologiskari deild í Danmark. Havi skilt, at fleiri av teim navngivnu júst búgva og arbeiða uttanlands.

Teir siga seg taka undir við rættinum hjá kvinnum at ráa yvir egnum kroppi, og her kundi ein spurt ”hvør ger ikki tað”?

Eisini siga teir, at ”atgongd til lógliga og trygga fosturtøku er heilsurøkt”. Her kan ein spyrja, um galdandi atgongd til fosturtøku í Føroyum er ”ólólig og ótrygg”?

Felags fyri hesar læknar er, at teir fingu loyvi at liva og vórðu bornir í heim eftir 9 mánaðar í tryggum umhvørvi í móðurlívi. Nú trína teir alment fram og - í roynd og veru siga - at hesin tryggleiki eigur at vera avmarkaður. 

Nú skal tað verða ”rætturin hjá kvinnum at ráa yvir egnum kroppi” og ikki ”rætturin til lívið hjá barninum” sum er avgerðandi.

At teir so kalla fosturtøku fyri ”heilsurøkt”, kann ikki tulkast annarleiðis enn at ”målet helliger midlet”.

Hetta hevur als einki við heilsurøkt at gera – og tað áttu teir at vita. Um so var, at heilsurøktin í hesum sambandi lág teim so frammalaga, so áttu teir samstundis við sínum fakkunnleika víst á hvørjar avleiðingar – bæði likamliga og sálarliga –  kunnu raka í samband við fosturtøku. Ella komið við uppskoti um hvørji tiltøk politiski mynduleikin kundi sett í verk, til tess at hjálpa teim, ið umhugsað fosturtøku. Tað vildi av sonnum verið heilsurøkt!

Danska orðabókin lýsir heilsurøkt soleiðis: ”det at fremme sundheden i befolkningen ved hjælp af forebyggelse og behandling”. Fakligheit og umsorgan hond í hond.

Tí harmar tað meg sum heilsufakligan persón, at hugtakið “heilsurøkt” soleiðis verður “forvrenglað” og flutt niður á eitt óvirðuligt støði. Tað hevur hugtakið “heilsurøkt” ikki uppiborðið!

Vit fegnast um teir mongu góðu læknarnar vit hava í landi okkara, men tá læknar, nærmast kollektivt, trína fram og alment lýsa støðu sína í slíkum álvarsmáli, uttan at nevna persónin, ið er, ella átti at verið, miðdepulin í nevnda máli, ja, so skurrar tað í oyrunum, at fakligheitin er útihýst til frama fyri politiska korrektheit, sum í hesum døgum tykist at hava vind í seglini. Tí kann slíkt ikki standa óátalað.

Genèvedeklaratiónin er læknalyftið(eiðurin) hjá Alheims læknafelagnum World Medical Association (WMA).Hendan varð smíðað við tí endamálið at hækkað medisinsk etiska støði í kjalavatninum av ræðuleikunum ið vóru framdir – eisini av læknum – undir 2. heimsbardaga.

Eitt av hesum ”læknalyftum” er soljóðandi:”Eg vil vísa stórstu virðing fyri menniskja lívi”.

Og at talan er um lív, kann eingin ivi vera um. Tí fortreytin fyri at verða  føddur er, at ein støðug menning er farin fram í móðurlívi – tvs, at fortreytin fyri at eg gjørdist 12 vikur gamal, var at eg gjørdist 11 vikur gamal og fortreytin fyri at eg bleiv 11 vikur gamal,var at eg gjørdist 10 vikur gamal o.s.fr, o.s.fr.

Um støðutakan læknanna botnar í, at talan ikki er um ”lív” í 12. viku av graviditetinum, so loyvi eg mær at spyrja, um 12. vika ikki er fortreytin fyri menningini í móðurlívi til at blíva 13 vikur, 14 vikur, ...24 vikur…. 40 vikur ?  Fortreytir sum førdu við sær, at hesir 71 navngivnu forsprákarar  fyri ”fríari fosturtøku” vóru bornir í heim og fingu møguleikan at taka undir við skaldinum, tá hesin so beinraki, hugtakandi og lívsjáttandi sigur Lívið dýra undur eg var lutur av – eitt ævinleika boð av magn og anda.”


Tordur J. Niclasen


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder