
Eitt av orðunum var, ’hin’ (’hitt’).
Um hetta orðið segði maðurin, at tað verður ofta brúkt sum ífylla – og so tók hann dømi úr eini lýsing, ’hin besti pensilin’ (og legði trýstið á ’hin’). Síðani varð sagt: ”Tá ið mann í hesum føri sigur ’hin’, so vil tað siga, at okkurt annað eisini er til steðar, also ’hesin’ og ’hin’ . . . Tað er ífylla og sipar til, at hetta er ’hin’, og so má onkur annað eisini vera, men tað er tað ikki!”
Eisini nevndi hann, at vit ofta hoyra sagt, ”hitt nýggja testamentið”, og segði, at tað er púra óneyðugt at siga, tí tað sipar til, at okkurt annað eisini er – ‘hetta’ og ’hitt’.
Mær tykir, at hetta var ein løgin – og sera ófullfíggjað lýsing av orðinum!
Her varð als ikki nevnt, at orðið ’hin’ umframt at vera eitt ávísingarfornavn eisini er bundið kenniorð, sum í kallkyni og kvennkyni eitur HIN – t.d. hin stóri maðurin / hin raska konan – og í hvørkikyni eitur HITT – t.d. hitt sjúka barnið.
Og heldur ikki varð nakað sagt um, at tað er sermerkt fyri føroyskt mál at hava dupulta binding, sum tað verður nevnt. Taka vit dømið, ’hin stóri maðurin’, so er orðið ’maðurin’ bundið, og tá ið vit so seta ’stóri’ frammanfyri, so siga vit vanliga ikki bara ’stóri maðurin’ (sum íslendingar gera), men heldur ’hin’ ella ’tann stóri maðurin’. Hetta er púra rætt og gott føroyskt mál.
Og fyri at fara aftur til lýsingina við penslinum, so er einki galið við henni! ”Hin besti pensilin, tá ið takið skal málast”, er ein góð lýsing og gott føroyskt mál. Trýstið er her sjálvandi ikki á ’hin’, men á ’besti’, hin BESTI pensilin.
Eg veit væl, at heilt frá tí, at okkara unga føroyska skriftmál bleiv til, hava verið ymsar meiningar um, hvørt vit skuldu nýta ’tann og tað’ ella ’hin og hitt’ sum bundið kenniorð (also ’tann besti pensilin’ ella ’hin besti pensilin’). Eg skal ikki koma nærri inn á tað her, bara nevna, at longu í barna- og unglingablaðnum, ’Ungu Føroyar’, sum Símun av Skarði og Símun úr Konoy góvu út, er í januar 1909 eitt ummæli av Jóhannesar evangelium, sum A. C. Evensen, prestur, hevði týtt, og har verður m.a. sagt: ”Okkum hevði líkað betri á, um kenniorðið ’hin’ hevði verið nýtt í staðin fyri ’tann’ á mongum støðum.”
Hetta eru framvegis ymsar meiningar um, og ivaleyst er tað soleiðis, at ’hin/hitt’ verður meira brúkt í skriftmáli enn í talumáli, og at ’tann’ og ’tað’ verður meira brúkt í vanligum talumáli. Men at kalla hetta ífyllu, sum gjørt varð í Orðavali, er burturvið.
Og so er tað hetta, sum sagt varð um Nýggja Testamenti, at um vit siga Hitt Nýggja Testamentið, so er tað ”óneyðugt og sipar til, at okkurt annað eisini er.”
Um okkurt er óneyðugt, kann altíð metast um, men skeivt ella bara ífylla er hetta ikki, og tað sipar heldur ikki til, at okkurt annað er.
Í árinum 1900 gav ”Føringafelag í Førjum” út Bíbilsøgu, sum Joen Poulsen, ættaður úr Svínáum og lærari á Strondum, hevði skrivað. Henda bókin er áhugaverd á so mangan hátt og ikki minst, tí hon er skrivað við stavsetingini, sum bleiv nevnd ’broyting’, also áðrenn Hammershaimbs stavseting rættiliga vann ígjøgnum.
Í hesi bókini verður bæði skrivað ’Hitt gamla testamentið’ og ’Hitt nýggja testamentið’ og so annars ’hin skuldabundni tænarin’, ’hin ríki bóndin’, ’hin stóra kvøldmáltíðin’ o.s.fr.
Jákup Dahl brúkti óbundnan form og skrivaði ’Nýggja Testamenti’, men bæði hann og Viderø brúka ógvuliga ofta ’hin’ og bendingar av tí sum kenniorð. Tað eru hundraðtals dømi um tað í bíbliutýðing teirra. Nøkur fá dømi úr rúgvuni: ’Guð skapaði hini stóru havdjórini’, ’Guð vælsignaði hin sjeynda dagin’, ’hini tíggju boðorðini’, ’hin illi andin fór ut úr honum’, ’Eg eri hin góði hirðin’, ’hitt sanna víntræið’, ’Men hetta er hitt æviga lívið’ – o.s.fr., o.s.fr.
Eisini í lestrum sínum brúkar Jákup Dahl ofta ’hin’ sum bundið kenniorð.
Tá ið Victor Danielsen gav út Nýggja Testamentið í 1937, brúkti hann tann bundna formin og skrivaði ’Hitt Nýggja Testamentið’ eins og Joen Poulsen, og eisini í Bíbliuni, sum kom út í 1949 stendur ’Hitt Gamla Testamentið’ og ’Hitt Nýggja Testamentið’. So tað eri eg uppvaksin við. – Í seinni útgávum verður tann óbundni formurin nýttur.
Men eisini í bíbliutýðingini hjá Victor Danielsen eru hundraðtals dømi um ’hin’ sum kenniorð, eisini í yvirskriftum yvir kapitlunum, t.d. ’Hin miskunnsami samverjin’, ’Hitt tronga portrið’, ’Líknilsið um hin mista seyðin’, ’Um hin mista peningin’, ’Um hin vilsta sonin’ o.s.fr., o.s.fr. – Victor týddi m.a. eisini bókina hjá John Bunyan, ’The Holy War …” til føroyskt og nevndi hana ’Hin heilagi bardagin’!
Havi til stuttleika hugt eftir ’hin’ og ’hitt’ í ymiskum, sum fleiri av okkara frægu rithøvundum hava skrivað, og skal nevna okkurt av tí her.
Sverre Patursson skrivar í søguni um Ábal: ”Ábal var hitt fimta barnið”. Og í hugleiðingunum, sum hann nevnir ’Hin dapra tíðin’, sigur hann: ”Aftan á hina stóru fronsku kollveltingina í 1789”.
Christian Matras tekur soleiðis til í einari grein, hann kallar ’Hin føroyski málspurningurin’: ”Í Sandagerði grundar J. Dahl próstur nú hitt føroyska bíbliu- og kirkjumálið”.
Ein søga hjá Heðin Brú eitur ’Hin langa náttin’.
Hans Andreas Djurhuus skrivar í Barnabókini (Per-bókini) søguna, ’Hini bæði holini’, og í søguni um gásina sigur hann: ”Hin hvíta gásin svimur í ósanum”, og ”Morgunin er hin vakrasta tíð av degnum”, stendur í søguni um hanan.
Jens Pauli Heinesen hevur skrivað søguna, ’Hin vakra kvirran’!
Mikkjal á Ryggi eigur hesar orðingarnar: ’Hin signaða dag vit síggja fró’ og ’Hin sælasta stund’, ’hin miðja nátt’ og eisini ’Sum gull er hin væna morguntíð’ og hin rodnandi glæman’.
Og ’hin’ er í so nógvum øðrum sálmum og sangum, sum mætir menn hava yrkt og týtt, m.a.:
’Hin vænasta rósan er funnin’ – ’Hin myrka náttin nú horvin er’ – ’Hin tíma í Getsemane’ – ’Hin sama grundin alla Guds samkomu tó ber’ – bara fyri at nevna nakrar.
– Hetta er ikki ífylla, men vakurt og ljómandi føroyskt mál!
Annars vil eg siga, at mær dámar bara væl sendingina, Orðaval, hjá Øssuri Egholm í KvF, og hetta er ikki skrivað fyri at vera negativur, men bara sum ein rættleiðing frá einum, sum er góður við móðurmálið!
Jógvan á Lakjuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald