Landsbankin:
Metingar fyri íløgur í gerð og væntaðar íløgur benda á, at eftirspurningurin hjá byggivinnuni framvegis er stórur. Nakrar av teimum størri almennu og kommunalu verkætlanunum verða væntandi lidnar í ár, tó tykist eftirspurningurin hjá almenna geiranum framvegis at verða stórur í 2025. Harumframt veksa privatu íløgurnar væntandi í 2025.
Ordrabøkurnar hjá byggivinnuni eru fullar eitt ár fram, men onnur hvør byggifyritøka boðar frá, at trot á arbeiðsmegi er størsta forðingin í framleiðsluni.
Búskaparráðið hevur áður gjørt vart við, at tað er óheppið at tað almenna, tað vil siga land og kommunur, leggja óneyðugt trýst á byggivinnuna við at seta stórar byggiverkætlanir í gongd í góðum tíðum, samstundis sum tað privata ger stórar íløgur. Hetta tí eftirspurningurin hjá tí almenna økir uppaftur meira um eftirspurningin eftir arbeiðsmegi í byggivinnuni, sum kann elva til lønartrýst í byggivinnuni, og harvið dýrkar byggiverkætlanirnar hjá bæði tí almenna og privata.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald