Politikkur

Óloyst mál hava hopað seg upp

Uttan Fólkaflokkin á Fólkatingi seinastu 15 árini hava óloyst mál hopað seg upp. Nú er tíð til broyting.

2022-10-30 20:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Fari her at nevna nøkur dømi um óloyst mál millum Føroyar og Danmark.

Vit vilja yvirtaka Íleggingargrunnin (700 mió. kr.), men danir siga nei.

Vit vilja yvirtaka okkara loftrúm (yvir 100 mió. kr. um árið), men danir siga nei

Vit vilja hava limaskap í fleirtjóða felagsskapum, so sum WTO
(heimshandilsfelagsskapurin) IOC (Olympisku leikirnir) og ST (Sameindu Tjóða), men danir siga nei.

Sitandi fólkatingsumboð hava ikki megnað nakað hesum viðvíkjandi.

Fólkaflokkurin hevði stóran leiklut á Fólkatingi, tá ið vit fingu undirgrundina, og eisini tá ið vit gjørdu bankaavtaluna. Vit vilja kempa á tí leiðini aftur.

Fáur man ivast í, at Fólkaflokkurin hevur ávirkan, har hann er.

Tíðin er til broyting.

Jørgen Niclasen, valevni Fólkafloksins til Fólkatingið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder