Vinna

Oljuavgjaldið hóttir norsku fiskivinnuna - ein møguleiki fyri tænastuvinnuna í Føroyum?

Norska stjórnin økti oljuavgjaldið 1. januar, men hetta kemur sum steinur omaná byrðu hjá fiskivinnuni í landinum, orsakað av lækkandi kvotum, prísvøksturi og øktum útreiðslum annars.

Mynd: Fishfacts

Mynd: Fishfacts

2025-01-07 10:00 Author image
Hanus Samró
placeholder


Reiðaríini kunnu søkja um at fáa Co2 avgjaldið aftur, men tað drenar likvitetin, t.d. er umsóknarfreistin fyri 2024 í mars, tvs. tú bindur fleiri milliónir NOK yvir eitt longri tíðarskeið, sum annars kundu verði brúkt uppá onnur ting.
Tað er sjálvandi treytað av at umsóknin verður gingin á møti.
Hvat so?
Í hesum sambandi tosaði eg við norskan reiðara. Fishfacts hevur funku, sum ger tað lættari hjá reiðaríunum at fáa neyðugu dokumentatiónina fyri Co2 afturberingini.
- Ja, hetta verður uttan iva viðkomandi fyri í ár, men tað verður ikki í 2025, tí tá fara vit at bunkra í Hetlandi ella í Føroyum.
Hetta er ikki fyrsti reiðarin, ið sigur tað - tað tykist sum generella støðan í norsku fiskivinnuni.
Ein møguleiki hjá føroysku tænastuvinnuni?
Hetta kemur uttan iva at ávirka føroyska Co2 roknskapin, men tað er kanska eisini ein møguleiki hjá tænastuvinnuni í Føroyum. Talan er um meira enn 200 fiskiskip, sum møguliga fara at leita sær hendanvegin.
Ikki bara fyri oljufeløgini, sum sjálvandi er drívmegin, men fyri tænastuvinnuna sum heild: frakt, proviant, útgerð, tøkni, tænastur v.m.
Ja, alt, ið hevur við fiskiskip at gera.
Flakatrolarar og pelagisku skipini
Og tað, sum ger tað uppaftur meiri áhugavert, í hvussu er frá vinnuligum sjónarmiði, er, at hugburðurin tykist at fevna bæði um flakatrolarar og pelagisku skipini.
Havi viðheft mynd av norska fiskiskapinum fyri 2021 til 2024 (oktober). Hetta er bara veiða/tóvtíð - ikki leiting ella sigling annars.
Styttsta leið
Fyri flokatrolararnar, ið hava kvotur í Grønlandi, liggur tað til høgra beinið at leggja leiðina framvið Føroyum. Annaðhvørt áðrenn ella aftaná.
Havi hoyrt, at tað í nøkrum førum loysir seg betri at sigla úr Barentshavinum til Føroyar at bunkra. Ella til Føroyar fyrst, áðrenn leiðin gongur aftur í Barentshavið.
Pelagisku skipini eru sjálvandi nærri, men her kemur Hetland inn í myndina. Tá veldst tað meira um fiskiskapin og styttstu leið. Sí dømi við Endre Dyrøy, ið fiskar svartkjaft í føroyskum sjógvi. Teir bunkraðu fyrst í Hetlandi.
Oljuprísurin spælir sjálvandi eisini inn, men tað hava onnur betri skil fyri. Sama við Co2 roknskapinum.
Men eitt er vist.
Økta oljuavgjaldið hóttir norsku fiskivinnuna - men tað er kanska ein møguleiki fyri tænastuvinnuna í Føroyum?

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder