Eg stovnaði fyritøkuna Advent Management í 2010, og eri í dag stjóri, saman við tveimum øðrum parteigarum. Í Advent takast vit mest við events management og aðrar tænastuveitingar so sum marknaðarføring og verkætlanarleiðslu. Tað at reka mína egnu fyritøku, hevur lært meg ótrúliga nógv, og eg havi upplivað bæði góðar og spennandi tíðir, og eisini avbjóðandi tíðir. Eg havi fingið nógvan lærdóm úr hesum „lívsstarvi“, og meti tí eisini, at eg eri førur fyri at røkja tær uppgávur, sum vera kravdar av mær, um eg verði valdur á ting.
Eg eri giftur við Evu og vit hava trý børn: Olivu, Eli og Liam. Eg eri føddur og uppvaksin í Klaksvík, havi verið búsitandi í Danmark og Ongland, men havi búð í Tórshavn tað mesta av mínum lívi, inntil vit valdu at flyta inn á Strendur í 2021, saman við okkara børnum. Her liva vit okkara gerandisdag, og vit stórtrívast. Eg eri ein familjumaður um ein háls, og eg elski at vera pápi, og maður til eina fantastiska konu.
Eg eri sera jaligur sum persónur, og sjálvt um tað kann vera rokaligt rundan um meg, megni eg væl at halda høvdið kalt, og hava yvirlit. Eg havi mangan nógvar avgjørdar meiningar, men eg eri eisini fúsur at lurta, og meti meg vera eyðmjúkan nokk til at síggja, um eg taki feil í onkrum.
Eg komi at greiða nærri frá mínum hjartamálum teir komandi dagarnar, og eg vóni, at tú kemur at vísa mær tað álit at velja meg inn á ting 8 desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald