Mentan

Ólavsøkuframsýningin hjá Lions

Aftur í ár hevur Lions Club Tórshavn listaframsýning í Müllers Pakkhúsi í Havn á ólavsøku, har alskyns listafólk sýna fram síni listaverk í tilsamans fýra dagar – alt samalt til frama fyri vælgerðarendamál.

2024-07-02 11:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Hesaferð letur framsýningin upp seinnapartin leygardagin 27. juli og heldur síðan fram alla ólavsøkuna, líka til týsdagin 30. juli. Leygardagin er opið klokkan 16-20, ólavsøkuaftan og ólavsøkudag klokkan 14-20, og týsdagin er opið klokkan 16-20.


Sum vant, er framsýningin opin fyri øllum, ið hava hug til at sýna fram síni listaverk – bæði ólærd, sjálvlærd og onnur. Longu kunnu áhugaðir framsýnarar melda síni listaverk til framsýningina, og freistin at melda seg til ólavsøkuframsýningina í Müllers Pakkhúsi er sunnudagin 21. juli.


Listaverkini kunnu latast inn í Müllers Pakkhúsi mikudagin 24. juli millum klokkan 16 og 18, og óseld listaverk skulu heintast har týsdagin 30. juli millum klokkan 20 og 21.


Nærri kunning sæst á www.lions.fo ella á www.facebook.com/lionstorshavn. Leinkja til tilmeldingarskjal: https://lionstorshavn.wufoo.com/forms/p1ajjdth08le2f3.


Ágóðin av framsýningini fer óskerdur til eitt vælgerandi endamál ella felagsskap. Hvør fær ágóðan í 2024, er ikki endaliga avgjørt enn, men verður kunngjørt á ww.lions.fo og aðrastaðni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder