Politikkur

Økt kavbátavirksemi, men lítið eftirlit

Eftir at tveir amerikanskir kavbátar við stuttum millumbili vitjaðu í Nólsoyarfirði í mai mánaði, spurdi Sjúrður Skaale danska verjumálaráðharran um ørindini hjá kavbátunum. Og um tað fyrr er komið fyri, at kavbátar síggjast kring Føroyar.

2022-06-14 14:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Fólkatingsmaðurin hevur nú fingið svar frá verjumálaráðharranum. Í svarinum sigur verjumálaráðharrin, at tað síðani 2012  – burtursæð frá í ár – bert er komið fyri eina ferð áður, at ein útlendskur kavbátur boðar frá vitjan í Føroyum. Tað var tá ein týskur kavbátur kom til Føroya í 2017. Ráðharrin sigur seg ikki vita um fleiri fráboðanir um kavbátar í føroyskum øki, eins og tað hava verið í Grønlandi seinastu áratíggjuni.


Av svarinum framgongur tó eisini, at danska sjóverjan ikki hevur serliga góðar møguleikar at varnast møguligt kavbátavirksemi kring Føroyar.


Svarið frá verjumálaráðharranum kann lesast her:

https://www.ft.dk/samling/20211/almdel/fou/spm/250/svar/1893681/2593585.pdf


Javnaðarflokkurin á Fólkatingi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder