Fari var við báti úr Sandavági. Tað var kyrt í sjónum, tað hvíttaði ikki á nøkrum tanga Tá komi var útfyri Oknadali, var siglt inn í Oknadalsgjógv, har báturin var bundin.
Við á ferðini yvur, var skjótt 87 ára gamli Heini F. Petersen, fyrrverandi lærari og rithøvundur í Sandavági. Sum hevði fingið í boði, at koma ein seinasta túr í Oknadal.
Har hann kundi greiða frá ymiskum í sambandi við fjallgongu, broytingar í rakstri og rættir, fyrr og nú. Eisini greiður Heini frá, hvussu gjørt var, í sambandi við torvskurð, lutastaðin og tá torvi var ført heim í bygdina við báti. Seinast Heini var í Oknadali, var í 2014, tá til gongu um Reynabrúgv og Skarð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald