2023-11-27 22:11
Fiskiskapurin var ójavnur. Teir báðir fyrru trolararnir komu í 1947. Tað var gott íkast hjá norðfirðingum, men teir vóru óhepnir.
Í 1955 fór “Egil Reyði” á land í Ísafjarðardjúpi og tvey ár seinni fór “Goðanes” á land á Flesjunum í Tangafirði millum Eysturoynna og Streymoynna.
Báðar vanlukkurnar kravdu mannalív. “Gerpir” kom um sama mundið, sum “Goðanes” sakk. Hann helt á nøkur ár, eisini við føroyingum sum manning, men skjótt varð hann seldur.
Hetta og annað skrivar Jógvan Arge um í bókini “Tey fóru til Íslands”, ið fæst til keyps kring landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald