Politikkur

Ógvusligi prísvøksturin rakar løntakaran meint

Í vikuni hevur tingbólkurin hjá Tjóðveldi hitt umboð fyri tey flestu fakfeløgini.

2022-09-28 08:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder


Umboðini fyri fakfeløgini høvdu nógv íkast til kjakið um hvat gerast kann fyri at hjálpa fólki í hesari støðuni, har allar flestu løntakararnir yvir stutta tíð hava upplivað ógvusligar broytingar í tøka peninginum.

Ógvusligu prísbroytingarnar hava í grundini upp á fáar mánaðir etið lønarhækkingarnar upp, sum lønarbeiðararnir hava stríðst seg til yvir fleiri ár.

Umboðini fyri fakfeløgini og tingfólkini hjá Tjóðveldi umrøddu ítøkiligu tilmælini hjá Tjóðveldi fyri at bøta um íkomnu støðuna, samstundis sum feløgini eisini komu við onkrum tilmælum afturat.

Eftir stóð pura greitt, at tað er altavgerandi at taka stig beinanvegin, so løntakararnir í Føroyum uttan panikk fáa møguleika at leggja til rættis í mun til broyttu umstøðurnar.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder