Politikkur

O, Móðurlandið

Kringvarpið hevur nú endiliga baksað seg ígjøgnum allar seks partarnar av røðini “O, Móðurlandið!” Í seks pørtum er ein desperat roynd gjørd at blása lív aftur í seinastu gløðurnar av tí útkølnaða fullveldisbálinum.

2023-05-31 13:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


“Komið nú føroyingar! Tit liggja og sova, meðan grønlendingar loysa,” er eggjandi boðskapurin frá Kringvarpi Føroya, meðan myndir verða vístar av Aki-Matildu, sum tosar grønlendskt á fólkatingsins røðarapalli. “Vaknið nú!”

Og hóast yrkingin ”Kanska um 100 ár” hjá J.H.O. Djurhuus ikki snýr seg um loysing, so verða vit við henni mint á, at tað eru bara seks ár til yrkingin verður 100 ár - so nú er at “seta føtur í bekk”.

Fáa fría mikrofon

Hetta er ein løgin sendirøð, har Kringvarp Føroya, sum skal eitast fyri at tryggja føroyingum óheft tilfar, gevur loysingarveinginum fría mikrofon. Onkur av luttakarunum hevur starvsheitið “professari” og onkur annar er “rithøvundur” ella “fyrrverandi fólkatingsmaður”, men boðskapurin er púra greiður.

Fyrstu tríggir partarnir komu regluliga eina ferð um vikuna, men so var steðgur í, og sum eg skilti tað, so var ein av orsøkunum, at tað var “ov nógv av tí góða”, at senda røðina seks vikur út í eitt. Føroyingar skuldu heldur ikki eta seg um koll av hesum serliga kraftfóðrinum. Men kanska bleiv steðgurin í longra lagi, so Kringvarpið mátti endursenda sendingina um Jóannes Paturson í steðginum, fyri líkasum at “halda stásið við líka”.

Tað góða og tað ringa

Tað góða við slíkum sendingum er, at tær geva eitt ávíst innlit í nøkur søgulig viðurskifti og eisini verða áhugaverdar gamlar myndir vístar. Men tað sum er púra burturvið er vinklingin.

Hvørja ferð ein sending verður gjørd, so skal journalisturin velja ein vinkul. Tað ber ikki til at taka alt við, so hvat skal umrøðast, og hvat skal veljast frá? Og her fer tað fullkomiliga av sporinum í hesi sendirøðini. Alt sum verður drigið fram, talan fyri fullvelisleiðini, meðan tað sum peikar tann øvugta vegin verður sáldað frá. Tað kann ikki vera uppgávan hjá Kringvarpinum at boða ein so einsrættaðan politiskan boðskap.

Føroyskt í skúla og kirkju

Málstríðið er aftur hesaferð partur av eini sendirøð hjá Kringvarpinum, og vit fáa lýst tveir partar, har annar vildi hava føroyskt inn í skúlar og kirkjur, meðan hin parturin var ímóti. Og her koma vit inná vinklingina. Tí eingin ivi kann vera um, at í tí drúgva stríðnum sum var, bleiv nógv sagt sum var betur ósagt. Og júst tey tingini verða tikin við, meðan sjálvur høvuðsspurningurin um, hvat stríðið snúði seg um, verður sáldaður frá.

Trupulleikin var nevniliga, at føroysku bygdarskúlarnir vóru ser illa fyri við lærarum, og tí var vanligt, at næmingarnir gingu bara aðruhvørja viku í skúla. Tí var neyðugt, at foreldrini eisini hjálptu børnunum heima. Men har var ikki nógv hjálp at heinta, um skúlamálið skuldi vera føroyskt, tí foreldrini høvdu bara lært danskt. Nógvir av lærarunum dugdu heldur ikki at skriva føroyskt. Tí var neyðugt at finna eina skipaða yvirgongd frá donskum til føroyskt.

Í Løgtingstíðindum frá 1905 stendur endurgivið eitt orðaskifti, sum Løgtingið hevði um føroyska málið. Tað orðaskiftið vísir, at breið semja var um at geva rúm fyri føroyska málinum, men at ósemja var um, hvussu yvirgongdin skuldi vera. Tað sama sæst í orðaskiftum seinni í tíðini.

Í 1918 legði Poul Niclasen, úr Sambandsflokkinum, eitt uppskot fyri løgtingið, um at tey yngru børnini skuldu undirvísast á føroyskum. Uppskotið fall, hóast Sjálvstýrisflokkurin hevði meiriluta í løgtinginum tá.

Tað at ein tingmaður fyri Sambandsflokkin skrivaði fyrstu føroysku skúlabókina, fekk ikki tey sum gjørdu sendirøðina í Kringvarpinum at hugsa, at kanska skrivaði hann skúlabøkur, tí hann vildi hava føroyskt inn í skúlarnar. – Ella hvat annað verða skúlabøkur brúktar til?

Í kirkjunum var støðan ein onnur, tí meðan føroyska málið livdi sítt fríska lív í gerandisdegnum, so høvdu bara danskir prestar verið í kirkjunum í eitt mannaminni. Prædikurnar vóru á donskum, og føroyingar bæði sungu, bóðu og signaðu seg á donskum. Eisini uttanfyri kirkjugátt, til dømis í sambandi við útróður, varð sungið á donskum. So trupulleikin var ikki, sum onkur sigur, at ”Várharra skilti ikki føroyskt”. Trupulleikin var, at føroyingar skiltu ikki hendan partin av føroyska málinum.

Tann málkøni Fríðrikur Petersen, próstur, (sum eisini var fyrsti formaður Sambandsfloksins), skrivaði einaferð í Færøsk Kirketidende, at hann nú hevði umsett bønina ”Faðir vár”. Hetta kann tykjast løgið nú á døgum, tí at umseta ”Faðir vár” úr donskum munnu tey flestu klára. Men hetta vísir, hvussu støðan var. Hann noyddist at gera nýggj orð fyri tey andaligu hugtøkini. Tí bar ikki til frá degi til dags at fáa føroyska málið inn í kirkjurnar. Har mátti eitt stórt fyrireikingararbeiði gerast.

Men alt hetta verður ikki nevnd í sendingini O, Móðurlandið!

Sambandsfólk eru ikki danir

Orðini hjá Oliver Effersøe frá 1906 “Vi færinger føler os fuldstændig som danske” verða sjálvandi enn einaferð brúkt í eini sendirøð hjá Kringvarpi Føroya. Tað skilji eg væl, tí hetta er ein løgin orðing. Men tað sum undrar meg er, at tað tykist sum at endamálið við at endurtaka hesi orðini so ofta er at mála eina mynd av, at sambandsfólk tá – og kanska eisini nú - føla seg sum danir. Sjálvandi er tað ikki so.

Tað má sigast at vera ringur stílur at finna eitt meira enn hundrað ára gamalt sitat fyri at geva eina ábending um, at av tí at tann sum segði hetta var sambandsmaður, so merkir tað, at øll sambandsfólk - eisini tey sum liva 117 ár seinni, halda at føroyingar eru danir. Tað verða nógv orð søgd í politiskum høpi hvønn einasta dag, og um øll høvdu verið rita í steina sum okkurt slag av politiskum manifesti, so veit eg ikki, hvar vit høvdu endað. Tíðir og umstøður broytast alla tíðina, og tað ber væl til at vera ósamdur um okkurt, hóast tú ert limur í sama flokki. Um eg skuldi brúkt somu tankagongd sum Kringvarpið, so kundi eg til dømis víst á, at tjóðveldisfólk ganga inn fyri, at føroyskir sjómenn skulu fáa tollfrítt tubbak (tí tað hevði flokkurin uppskot um einaferð í fimtiárunum). Slík próvførsla gevur ikki meining.

Danir sum rasistar

Fyri at finna fleiri og verri dømi um, hvussu ótespiligir danir eru, snýr stórur partur av sendingini seg ikki um Føroyar, men um Grønland og Vestindisku oyggjarnar. Vit verða mint á mistøkini, sum Danmark hevur gjørt í Grønlandi, og vit síggja eisini myndir av tveimum vestindiskum børnum, sum verða sýnd fram í einum búri á eini hjálandaframsýning í 1905.

Men hvat hevur hetta við viðurskiftini millum Føroyar og Danmark at gera? Hetta høvdu verið góð dømi at brúkt fyri at lýsa, hvussu hugburðurin er broyttur í okkara parti av heiminum, men sum lýsing av viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, sigur tað einki.     

Danskt skriftmál

Í søguligu gjøgnumgongdini verður komið inná Kielarfriðin í 1814. Verturin sigur: “Og nú byrjar ein tjóðskaparlig niðurlaðing í Føroyum.”  “...Málsliga og mentanarliga verða Føroyar danskaðar.” “...Danskt verður alment skriftmál” o.s.fr.

Men hvat skriftmál høvdu føroyingar áðrenn 1814? Tað ljóðar næstan sum, at føroyingar høvdu egið skriftmál, sum danir køvdu, men soleiðis var tað altso ikki.

Fámannaveldi í nútíð og tátíð

Hóast sendirøðin endar við at ávara ímóti fámannaveldi, sum skal vera størsta nútíðar forðingin fyri loysingini, so verður stórbóndin í Kirkjubø, Jóannes Paturson, upphevjaður sum tann stóra hetjan. Sagt verður, at tá hann bleiv valdur á fólkating “vakti hann straks ans”, tí “danir vóru ikki vanir við slíkan mann úr Føroyum”. Víðari verður sagt: “Bóndin var spelkin og ærukærur – ikki lítillátin ella undirbrotligur, sum flest aðrir undan honum høvdu verið. Hann hevði hugsjónir og talaði við eldhuga um framburð í Føroyum.” 

Við allari virðing fyri Jóannes bónda, so kunnu vit ikki síggja burtur frá, at eitt av hansara stóru politisku mistøkum var, at hann stríddist ímóti, at føroyingar kundu fáa traðir at lívbjarga sær við. Hann vildi nevniliga ikki, at meira skuldi takast burturav hansara egna festi í Kirkjubø. So í roynd og veru var hann fremsti fortalari fyri tátíðar fámannaveldi. Men hann verður róstur til skýggja í sendingini, hóast hann gekk beint ímóti tí, sum sendirøðin annars sigur skal til, fyri at koma nærri loysingini.

Finnið nú aftur ta óheftu kósina

Tað kundi verið nógv annað at trivið í av tí sum kom fram í sendirøðini, men eg gevist her. Eg vóni bara, at Kringvarpið nú gevst við at renna ørindi fyri loysingarrørsluna, og heldur fer at hugsavna seg um at geva føroyingum óheft tilfar. Loysingarstríðnum eiga onnur at taka sær av.


Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder