Vinna

Nýtt skip í føroyska flotan

Seinnapartin í dag varð nýggjasta skipið hjá Navigare Shipping, MV Hav Leiti, doypt í Harlingen í Hollandi.

2026-06-24 23:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

MV Hav Leiti er fyrsta skipið av fýra systurskipum, sum Navigare Shipping letur byggja. Skipið er munandi størri enn tey skip, sum reiðaríið hevur í flotanum í dag. Tað er 89,98 metrar langt, 15,45 metrar breitt og hevur eitt bruttotonsatal á 3.984 BT.

Skipið er eitt sonevnt General Cargo-skip, og stórur dentur er lagdur á umhvørvisvinarligar loysnir, grøna orkunýtslu og at minka um útlátið. Maskinaríið er diesel-elektriskt, og skipið verður rikið við fýra el-motorum. Eisini er gravimaskinan á dekkinum el-rikin, sum er við til at minka um bæði orkunýtslu og útlát.

Við hesum nýbygningi tekur Navigare Shipping enn eitt stig í menningini av einum nútímans og burðardyggum skipaflota.

Hini trý systurskipini verða eftir ætlan latin og sett í flotan í 2026 og 2027.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder