Í dag eru trý parkeringsøki tøk til ferðafólk – P1, P2 og P4. Haraftrat er P0 partvíst tøkt, men hetta økið er serliga ætlað leigubilum og starvsfólkum á flogvøllinum.
![]()
Arbeiðið við at gera nýggja parkeringsøkið norðanfyri verandi ringveg, er farið í gongd og verður væntandi klárt at taka í nýtslu í august/september 2026.
Sum liður í hesi verkætlanini verður ein gongutunnil gjørdur undir ringvegin, sum leiðir beinleiðis niður á nýggja parkeringsøkið. Talan er um ein framhaldandi part av verandi lonum, og inni í tunnlinum verða rullubond, sum vit kenna frá øðrum flogvallum, sett upp.
Bilútleigan, sum í løtuni húsast í gamla terminalinum, verða flutt út á nýggja parkeringsøkið og endamálið er, at ferðandi skulu kunna ganga turrskødd frá terminalinum og yvir til bilútleigan.
Meðan vit bíða eftir, at nýggja parkeringsøkið verður liðugt, er eitt fyribils parkeringsøki gjørt eystanfyri verandi ringveg. Hetta verður, um neyðugt, tikið í nýtslu í summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald