Tann 1. juli 2022 kom “Bekendtgørelse for Færøerne om registrering af, underretning om og tilsyn med offentlige og private behandlingssteder” í gildi. Tað merkir, at Landslæknin nú skal hava heilsufakligt, fyriskipanarligt eftirlit við øllum almennum og privatum viðgerðarstøðum.
“Endamálið við nýggja heilsufakliga eftirlitinum, er at tryggja sjúklingatrygdina á teimum føroysku viðgerðarstøðunum. Eftirlitið fevnir um viðgerðarstøð og tí er tað ikki tað einstaka heilsustarvsfólki, sum er í miðdeplinum. Tað verður spennandi at koma í gongd við eftirlitinum”, sigur Lars Fodgaard Møller, Landslækni.
Landslæknin ger eina eftirlitsfrágreiðing við støði í eftirlitinum fyri hvørt viðgerðarstað og verður efterlitisfrágreiðingin løgd út almennt á heimasíðu Landslæknans.
Val av viðgerðarstøðum
Landslæknin byrjar eftirlit á heysti 2022 við røktarheimum og sambýlum, men sum frá líður verða eftirlit framd við øllum sløgum av privatum og almennum viðgerðarstøðum. Sambært kunngerðini, skulu eftirlit fremjast við 10 % av øllum viðgerðarstøðum árliga.
Hvørji sløg av viðgerðarstøðum, sum verða úttikin til eftirlit, verður leypandi mett um út frá einari samlaðari meting um, hvar størsti váðin fyri sjúklingatrygdini kann verða. Metingin verður grundað á kærumál, áheitanir frá sjúklingum, avvarandi, heilsufakfólkum og almennum stovnum, umframt eisini frá umrøðu í miðlunum. Valið av einstøku viðgerðarstøðunum gongur fyri seg sum ein stakroynd.
Landslæknin fer leypandi at leggja kunning út og dagføra heimasíðuna, soleiðis at kunning um eftirlit liggur á heimasíðuni hjá Landslæknanum.
Nýggj skrásetingarskipan
Eftirlitið er fíggjað við brúkaragjaldi. Øll privat og almenn viðgerðarstøð hava skyldu at skráseta seg hjá Landslæknanum. Hvussu ymisku viðgerðarstøðini skulu lata seg skráseta, velst m.a. um, hvat slag av viðgerðarstaði talan er um.
Til ber at skráseta seg á heimasíðuni hjá Landslæknanum, við at útfylla oyðublað Oyðubløð til skráseting - Landslæknin (stps.dk)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald