
Felagið hevur fingið navnið Krafta. Nevndin er mannað við Árna Ellefsen, formanni, Jóhannu Lava Køtlum og Róa Kalsø sum nevndarlimum. Rói Kalsø og Leif Hovgaard eru ávikavist stjóri og sølustjóri í Krafta. Báðir hava teir drúgvar royndir innan oljuvinnuna í Føroyum, har teir hava starvast í Magn samtakinum í samanlagt 27 ár.
Eigaraskarin er umframt Róa Kalsø og Leif Hovgaard. Smyril Line, JFK, Framherji og FARCOD. Krafta hevur ætlanir um at byggja eina oljugoymslu í Føroyum. Arbeitt verður í løtuni at finna ta røttu staðsetingina. Oljugoymslan, ið Krafta fer at lata byggja, verður eitt íkast til tilbúgvingina í Føroyum, havandi á huga, at oljugoymslurnar í Føroyum ikki eru nóg stórar sambært tilmælinum hjá International Energy Agency, IEA.
Krafta fer í fyrstu atløgu at leggja seg eftir at veita gassolju til skip í Føroyum og uttanlands. Í tíðarskeiðinum fram til, at oljugoymslan stendur klár, fer Krafta eitt nú undir oljumekling og ráðgeving til skip og virkir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald