2026-05-19 07:42
Tað er Maria Johannesen, ið hevur tikið stig til at opna handilin, ið liggur í miðstaðarøkinum í Sandavági.
Handilin er ein gávu- og minnislutabúð, ið serliga leggur seg eftir at selja føroyskar vørur, og er málrættaður til bæði útlendsk ferðafólk og føroyingar.
Harumframt verður eisini møguligt at keypa sær ein kaffimunn og okkurt søtt afturvið, s.s. kramarís.
Tá ið handilin lat upp leygardagin vóru heilt nógv fólk framvið, og vónar Maria at fólk fara at takað væl ímóti handlinum.
Ætlanin er í fyrstu atløgu at hava opið mánadag til leygardag í summarhálvuni, og síðani verður støða tikin til hvussu verður restina av árinum.
Meira kunning um handilin fæst her: https://www.facebook.com/profile.php?id=61590003713917&sk=about
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald