Ein góð og smidlig yvirgongd millum almennu geirarnar, í hesum føri millum Sjúkrahúsverkið, Almannaverkið og kommunurnar, kann vera við til at fyribyrgja, at ein borgari missir endurvunnar førleikar.
Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, fegnast um at hava fingið eitt endurskoða yvirlit yvir øll tilboð um endurvenjing og venjing.
Fyri at tryggja, at tey, ið hava tørv á endurvenjing og avvarðandi heilsustarvsfólk teirra, eru nóg væl kunnaði um, hvørji tilboð eru kring landið, varð ein faldari gjørdur í 2017, við kunning um tilboð um endurvenjing innan Sjúkrahúsverkið, Almannaverkið og kommunur. Hesin faldarin er nú endurskoðaður og dagførdur.
Í faldaranum er kunning um, hvørji endurvenjingar- og venjingartilboð eru hjá ávíkavíst Sjúkrahúsverkinum, Almannaverkinum og hjá kommunum. Kunnað verður um, hvørji tilboð sjúklingurin hevur rætt til í sambandi við innlegging í Sjúkrahúsverkinum, og hvørji tilboð sjúklingurin kann ávísast til ambulant í Sjúkrahúsverkinum. Kunnað verður eisini um, hvørji tilboð viðvíkjandi bæði endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing eru at fáa í Almannaverkinum, og hvørji tilboð til bæði endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing og heilsufremjandi venjing eru hjá kommununum.
Heðin Mortensen Formaður í Kommunufelagnum fegnast eisini um at faldarin nú er dagførdur.
Faldarin verður til taks í kommunulæknaviðtalum kring landið og á øðrum stovnum og viðtalum, har mett verður, at tørvur er á at kunna um tilboð um endurvenjing og venjing. Faldarin er eisini tøkur á netinum, millum annað her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald