Til at byrja við, ynski eg at vit minnast tey sum eru farin foldum frá, og hava samkenslu við teimum sum hava mist. Og samstundis ynskja øllum teimum nýggju borgarunum sum eru komin til – fødd og til flutt, vælkomin í okkara kommunu.
Afturlítandi hevur árið hilnast væl, í góðum samstarvi millum alt býráðið og starvsfólk í kommununi.
Barna- og ungdómsøkið
Man kann siga at árið 2022 hevur, í ávísan mun, verið halgað børnum og ungum. Nógv orka hevur verið løgd í at skipa fyri fyribyrgjandi átøkum, og menning av tænastum og tilboðum til børn og ung.
Í mars lat nýtt virkishús upp fyri børn og ung í kommununi. Ungdómshúsið, sum áðrenn hevði opið 9 tímar um vikuna, er nú opið 45 tímar um vikuna. Har hevur verið nógv virksemi, har tey ung sjálvi hava verið við til at skipa innihaldið í húsinum. Tey hava eisini knýtt sambond millum ættarlið og tilflytarar við at vera ein partur av ABC átøkunum og fjølmentanarvikuni við at skipa fyri afturvendandi tiltøkum sum bindiklubba, quizkvøldum og fyrilestrum har tey hava bjóða almenninginum inn.
Eitt tað týdningarmesta við menningini av at kunna bjóða børnum og ungum góðar tænastur í kommununi er, at tey ungu verða tikin við uppá ráð. Tí er eitt ungdómsráð sett á stovn, við umboðum úr frítíðar- og ítróttarfelagsskapum, samkomum, virkishúsi og skúla, umframt umboð fyri onnur sum ikki hava tilknýti til áðurnevndu felagsskapir. Harumframt verður ein barna- og ungdómspolitikkur lagdur fram fyrst í nýggja árinum.
Tá fíggjarætlanin fyri 2022 varð samtykt, hevði býráðið raðfest at hækka normeringina á stovnsøkinum, soleiðis at Vága kommuna í dag hevur bestu normering í landinum. Harafturat eru fleiri nýskipanir ávegis á barna- og frítíðarøkinum. Takkað verið dugnaligum starvsfólkum á stovnunum í kommununi, sum hava tikið stig til hesar nýskipanir, fara vit í 2023 at kunna bjóða enn fleiri og betri tænastur til okkara yngru borgarar og teirra familjur. Hetta koma vit at frætta meira um, tá vit eru komin inn í nýggja árið.
Íverksetan og vinnuferðavinnuna
Sum kommuna hava vit tørv á einum fjøltáttaðum vinnulívi um vit skulu hava nøkur útlit fyri búskaparligum vøkstri. Fjøltáttað vinnulív er eisini við til at skapa eina mentan og trivna, sum aftur skapa ringar í vatninum, langt inn í kjarnuna í samfelagið hjá okkum.
Samvirkanin millum íverksetarar, sum veita hvørjum øðrum hjálp og tænastur, økir um kreativitetin og stimbrar virkishugin og menningina hjá íverksetum.
Í hesum sambandi ynskja vit at kanna áhugan millum borgarar og íverksetarar í kommununi fyri at leggja lunnar undir eitt spírandi umhvørvi til íverksetarar.
Endamálið við einum íverkstarahúsi er, at stimbra undir menningini av einum fjøltáttaðum vinnulívi. Hetta verður gjørt við at veita íverksetum góðar karmar, har rúm verður fyri íblástri, nýhugsan og nýskapan. Eggjað verður til at virka og deila vitan. Vinnan hevur ymiskan tørv og ymiskar avbjóðingar. Tankin er at húsið skal veita eina tænastu til tey sum hava eitt hugskot, og til framhaldandi menning av fyritøkuni.
Møguligt er at svara tørvskanningini við at klikkja her.
Vinnuferðavinna
Saman við menningarstovuni Visit Vágar, er Vága kommuna farin í gongd við arbeiðið at menna vinnuferðavinnu í kommununi.
Vit duga at síggja, at vit hava fólkini (kunnleikan), tilboðini, hølini, náttúruna, flogvøllin og so mangt annað at bjóða tá tað kemur til vinnuferðavinnu, og mítt ynski er, at vit saman kunnu byggja hvønn annan upp at røkka hesum máli.
Forkunnugar vitjanir hava verið í kommununi í ár. Sum borgarstjóri, havi eg millum annað verið vertur fyri einum døgurða fyri útlendskum sendifólkum staðsett í Íslandi. Hjá kommununi at vera vertur fyri einum slíkum døgurða kann vera við til at skapa gróðrarlíkindi fyri einari blómandi vinnuferðavinnu og aðrari vinnu í kommununi, har vinnan kann bjóða seg fram at hýsa fundum, ráðstevnum, ítróttar- og mentanartiltøkum. Sendifólkini umboða ein stóran skara av fólki runt um í heiminum. Saman við kommununi, er tað uppgávan hjá Visit Vágar, at skapa netverk og sambond millum fundar- og ráðstevnu fyriskiparar, og teir veitarar av fundar- og ráðstevnu hentleikum vit hava í kommununi.
Sum partur av íverksetan og ferðavinnu, er Vága kommuna og Visit Vágar eisini farin í samstarv við Tórshavnar kommunu, Visit Tórshavn og Hugskotið um verkætlanina Nýskapan í Ferðavinnuni. Endamálið er at geva íverksetum sum arbeiða við hugskotum innan ferðavinnu ein møguleika at menna síni hugskot við hjálp frá ráðgevum, mentorum og ymiskum skeiðum. Nýskapan í Ferðavinnu byrjar í januar 2023 og av teimum seks lutakarunum sum hava søkt um at vera við í verkætlanini, eru tríggjar verkætlanir úr Vága kommunu, og verður stórur partur av verkætlanini hildin á Fiskastykkinum í Sandavági.
Hetta er ein lítil dreymur hjá mær, ið nú byrjar at taka skap, og koma vit longu tíðliga í 2023 at síggja úrslit frá hesum.
Bygdin boygda træið
Á mentanarøkinum er kommunan veruliga komin á Føroyakortið. Listastovan var, í fleiri vikur, karmur um eina listarliga uppliving á altjóða støði, við leikinum Lykkenborg. Tað var Det Ferösche Compagnie sum hevði sett leikin upp, við tí endamáli, at siga søguna um bygdamannin Pól Jóhannus Poulsen, og harvið fáa hendan listamannin ritaðan inn í listasøgu Føroya og Lykkenborg, stórverk hansara, endurreist sum tað týdningarmikla listaverkið tað var. Leikurin gekk í fleiri vikur við útseldum sýningum, har fólk komu úr øllum ættum vestur, at uppliva hendan stórleikin.
Eg var bergtikin! Bergtikin av søguni, av orkuni og tí nærleika ið leikurin hevði. Ein framúr leikur, har eg sat eftir við nógvum tonkum, var hugtikin og undraðist yvir okkara søgu, okkara samtíð og framtíð.
Týdningin av at smíða ímeðan jarnið var heitt, sóu eldsálirnar handan Listastovuna og stovnaðu eitt áhugafelag í summar, við tí endamáli at menna mentanarumhvørvið í kommununi enn meir, og hava vit longu sæð úrslitið við eini rúgvu av tiltøkum, konsertum, listaframsýningum, skeiðum, verkstovum – bæði fyri børn og vaksin.
Eitt serstakt við nevndini fyri felagnum Listastovan er, at hon er mannað við fleiri tilflytarum. Fólk sum eru flutt til Føroya, og hava búsett seg her í kommununi. Fólk sum eru flutt her vegna sín maka, umframt fólki sum bara eru her, tí tey av onkrari orsøk valdu at búseta seg her í Vága kommunu. Umframt at tey hava nógv ymisk hjálparfólk afturat sær, bæði lokalum og tilflytarum, eisini við útlendskum uppruna, sum hava tikið húsið til sín og skipa fyri tiltøkum sum eru við til at betra um integrasjónina í okkara kommunu.
Hetta vísir týdningin av at hava eitt fjølbroytt samfelag við ymiskum fólkum, har lokal og tilflytarar liva og samvirka saman.
Vit eru signaði við nógvum eldsálum í kommununi, sum eru virkin í frítíðar- og ítróttarfeløgum og samkomum. Ein samanteljing vísir at yvir 18 ymiskir felagsskapir eru virkin á ymiskum økjum. Hetta eru fólk sum ósjálvsøkin skipa fyri tiltøkum, venjingum og tí góða felagsskapinum, sum eru við til at skapa trivna í okkara kommunu. Hesi fólk eiga eina stóra tøkk frá okkum!
Tekniska økið og umhvørvið
Á tekniska økinum er nokk størsta frambrotið gjørt við at arbeiðið at umvæla og gera broytingar á norðara enda á Nýggjavegi varð boðin út. Á ársins seinasta býráðsfundi samtykti býráðið at taka av lægsta tilboðnum, og at seta arbeiðið í gongd, og byrjar arbeiðið fyrst í nýggja árinum. Heimari parturin av Nýggjavegi varð asfalteraður fyrr í ár.
Fleiri útstykkingar eru í gongd í øllum bygdunum, umframt at eitt økið norðanfyri Vakstarhúsið er lýst til sølu til íbúðarbygging.Eftir ætlan verður tað sama gjørt við útstykkingina norðuri á Heiðum í 2023.
Nógv er asfalterað hetta seinast árið, og hevur tað verið ein dýrur postur á fíggjarætlanini hjá kommununi. Við hesum í huga og fyri at spara pengar á tí økinum, hevur býráðið avgjørt at keypa ein infrareyðan hitara, við viðfestisvogni til heitt asfalt. Hetta er eitt nýbrot, og fer at lætta munandi um fyri at bøta um holur á vegnum, samstundis sum tað kemur at spara kommununi pening á asfaltskontoini.
Arbeiðið við 2.byggistig av Skúlanum á Giljanesi gongur væl og væntast arbeiðið at verða liðugt og klárt hjá næminum og lærarum at flyta inn í hendan bygningin tá skúlaárið byrjar í august.
Aðrar íløgur sum verða gjørdar á tekniska økinum í 2023, er ein útbygging av barnagarðinum Sóljugarði í Sandavági. Barnagarðurin verður útbygdur við áleið 150 m2, sum koma at betra munandi um umstøðurnar hjá børnunum og starvsfólkunum í Sóljugarði.
Peningur er settur av til verkætlanina Tvørgarður. Hetta er ein ógvuliga gomul verkætlan, sum er vegurin frá Tvørgarði norð á Rygg, sum verður ein tryggari farleið hjá børnum t.d norðuri á Heiðum at koma inn á Giljanes í skúla, uttan at skula oman á landsvegin sum liggur ígjøgnum Miðvág. Henda verkætlanin fer at bøta munandi um ferðslutrygdina í bygdini.
Kirkjugarðurin í Miðvági skal dagførast og fríðkast, millum annað við ljósi, og kirkjugarðurin í Sandavági skal útbyggjast í 2023. Umframt at peningur er settur av til miðstaðarøkið í Sandavági og í Miðvági, harímillum ljós til viðarlundina.
Á kommunalum bygningum skulu umleggingar gerast til grønar orkuloysnir sum eisini kemur at bøta um á grøna økinum.
Aðrar íløgur á tekniska økinum eru dagføringar av bingjuplássinum, havnum og lendingum. Og grótbrotið í Sandavági verður gjørt klárt til vinnuøki.
Fíggjarætlanin fyri 2023
Í uppskotinum til fíggjarætlan fyri 2023 er inntøkan mett at verða 109.009.685 kr. góðar 2,7 milliónir meir enn í 2022. Fíggjarætlanin javnvigar við 133.347.982 kr.
Býráðið hevur samtykt at lækka skattin við 0.25%, frá 22% til 21.75% umframt at hækka barnafrádráttin við 1.000 kr. úr 5.500 kr. til 6.500 kr. Hetta fyri at lætta um hjá familjunum nú ógvusligu príshækkingarnar eru í samfelagnum.
Fíggjarætlanin fyri 2023 hevur eitt hall á 24.438.297 kr., skuldin hjá Vága kommunu í 2023 verður sostatt mett til 85% av eini álíkning um allar íløgur sum liggja í ætlanini verða gjørdar við árslok 2023.
Hóast hetta, so er kommunan væl fyri. Nógv stór arbeiðir, og útreiðslur sum seinastu árini hava tyngt fíggjarætlanina, eru gjørd ella eru í gongd. Tænastustøðið í kommununi er høgt t.d. á eldraøkinum og á barna- og ungdómsøkinum, sum er millum tað besta í landinum.
Vil senda eina serstak tøkk til okkara dugnaligu starvsfólk, ið dagliga stríðast á hvør sínum øki, men við saman máli, at Vága kommuna skal verða besta kommuna í landinum at búgva í.
Visjón 2032
Á býráðsfundi fyrr í ár, varð ein visjón 2032 samtykt fyri Vága kommunu.
Kósin komandi árini
Við visjón 2032 ynskir býráðið í Vága kommunu, at borgarar, vinnulív og starvsfólk fáa eina greiða mynd av tí framtíð, sum vit arbeiða fram ímóti. Hetta er ein felags kós at halda okkum til, bæði í gerandisdegnum og í samband við langtíðar raðfestingar.
Ein kommuna við eini felags visjón hevur lættari við at fremja sítt arbeiði. Fyrisitingin hevur lættari við at skipa sítt arbeiði, borgarin veit hvønn veg kommunan fer og uttanhýsis áhugabólkar vita, hvat kommunan stendur fyri.
Okkara kommuna gerst ríkari, tá verandi borgarar trívast og nýggir borgarar velja at flyta higar. Kappingin um nýggjar borgarar er hørð við aðrar kommunur. Men tá vit sjálvi kenna okkara ferðamál, kunnu vit av álvara bjóða øðrum við á túrin komandi árini. Vit í Vága kommunu ynskja at taka okkum væl av nýggjum borgarum, so tey kenna seg vælkomnan og fáa holla kunning um viðurskiftini her vesturi. Tí er ein greið visjón eisini avgerandi í okkara samskifti úteftir.
Ein framfýsin og fevnandi kommuna
Yvirskipaða visjónin fyri Vága kommunu er, at kommunan skal verða framfýsin og fevnandi.
Á ferðini komandi 10 árini mótvegis 2032 strembar Vága kommuna eftir at gerast ein tann mest áhugaverda kommunan at búgva í og ein kommuna, har øll trívast.
Ein kommuna har øll vilja búgva
- Býarmenning skal á dagsskránna sum liður í einum burðardyggum framburði
- Kommunan skal draga borgarar at sær og leggja upp til ein sunnan vøkstur komandi árini
Ein virkin og skapandi kommuna
- Vit skulu virka fyri nýskapandi kørmum, vinnuni, mentanini og ferðavinnuni at frama
- Vit skulu draga at okkum fjølbroyttar vinnufyritøkur, mentan og ferðafólk
Í fremstu røð innan tænastur og umstøður til borgarar
- Vit skulu stremba eftir at vera í fremstu røð innan tænastur til allar borgarar
- Vit skulu menna kommununa við fjøltáttaðum bústaðarmøguleikum og frítíðartilboðum
Fyrst í komandi árið fari eg, saman við umsitingini, at leggja ætlanir fyri hvussu vit koma víðari við arbeiðinum at gjøgnumføra visjónina. Eitt skjal við raðfestingum skal gerast saman við býráðnum, og skal hetta leggjast fram fyri starvsfólkum í kommununi, har tey eisini fáa høvi at koma til orðanna og gera teirra ávirkan á hvussu vit á bestan hátt røkka málinum býráðið hevur sett sær. Eftir hetta verður skipað fyri borgarafundi, har visjónin verður løgd fram.
Takk fyri í ár
Eg vil enda við einum broti úr leikskránni fyri leikin Lykkenborg:
“Tørvurin at byggja okkara egnu Lykkenborg liggur í okkum menniskjum. Vit hava øll tørv á at hava eitt heim ella ein stað, har vit trívast. Fyri meg er tað týdningarmikið, at vit, sum einstaklingar og samfelag, geva pláss fyri øllum Lykkenborgunum og rúma øllum strikunum. Hvat hevði verðin ikki verið fátøk og keðilig uttan tað skeiva, óperfekta, litfagra, øðrvísi, tilvildarliga og allar teir fløkjasligu hurlivasarnar – sum vit øll jú eru!”
Mín vón er, at øll somul, starvsfólk, borgarar, samstarvspartar og Føroya fólk fáa eitt eydnuberandi nýggjár, við vón um at vit saman skapa okkara egnu Lykkenborg, har tað er rúm fyri øllum strikunum vit eiga í samfelagnum.
Gott nýggjár!
Vegna býráðið í Vága kommunu
Bjarni Prior
borgarstjóri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald