Korona

Nýggjar mannagongdir í sambandi við koronukanningar

Herfyri legði landsstýrið fram ætlan, um hvussu Føroya fólk kann koma aftur til ein vanligan gerandisdag, har korona ikki fyllir alt. Ætlanin er í fleiri stigum, og ein av stóru broytingum er, at fólk frá í morgin, sum útgangsstøði skulu brúka skundkanningar, tá tey lata seg kanna fyri koronu.

2022-01-31 17:51 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað merkir eisini, at fólk ikki longur skulu bíleggja tíð til koronukanning, tá starvsfelagi ella ein floksfelagi, sum tey hava verið í sambandi við, er smittaður. Mælt verður til at brúka skundkanning í slíkum førum. Er skundkanningin positiv, ber til at bíleggja tíð til sonevnda PCR-kanning á korona.fo.

Fyri at bíleggja tíð til koronukanning á korona.fo er krav, at tú lýkur, í minsta lagi, eina av hesum treytum:

- Tú hevur sjúkueyðkenni

- Tú ert tøtt kontakt hjá einum smittaðum - tað vil siga í húski saman við smittaða, ella

- Tú hevur fingið positivt úrslit við skundkanning

Nýggju mannagongdirnar fyri koronukanningum koma í gildi í morgin, týsdagin 1. februar 2022.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder