Landsverk:
"Eitt heimligt heim við rúmd fyri at vera júst, sum man er"
Soleiðis lýsti Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, nýggja sambýlið í røði síni til móttøkuna. Í verkætlanini hevur dentur verið lagdur á, at bæði íbúgvar og vitjandi skulu uppliva sambýlið akkurát sum eitt heim og ikki ein stovnur. Komandi íbúgvarnir skulu kenna seg væl í heimligum og tryggum umhvørvi, sum fella væl inn í bústaðarumhvørvið í økinum. Sambýlið fevnir um 18 røktarbústaðir, felagshølir og starvsfólkahølir. Bygningurin er býttur upp í tvær búeindir og eina felagseind. Hvør búeind er skipað innanhýsis í tveimum bólkum við ávikavist fýra og fimm húsfólkum, har hesi hava egna íbúð við felags køki og stovu. Í felagseindini eru felags hentleikar til báðar búeindirnar. Hesir fevna um sansarúm, goymslur og hóskandi umstøður til starvsfólkini.
Arbeiðið hevur verið í gongd í smá tvey ár, og var tað Sólvit E. Nolsø, táverandi landsstýrismaður, ið loysti fyrsta flagið.
Haraldur Áarberg, byggileiðari hjá Landsverki, takkaði bæði grannum og samstarvsfeløgum fyri gott samstarv. Mynd: Faroephoto
Landsverk takkar grannum og samstarvsfeløgum fyri ein góða og effektiva tilgongd
Størri byggiverkætlanir skapa altíð nakað av órógv fyri grannalagið, og Landsverk vil serliga takka grannunum fyri góða samskiftið og tolið í byggitíðini. Verkætlanin hevur sum heild verið merkt av góðum samstarvi við allar partar, bæði ráðið, høvuðsráðgvara, ráðgevarar og arbeiðstakarar. Eisini kann nevnast, at eingin arbeiðsskaði hevur verið í byggitíðini.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, legði dent á stóra týdningin, sum nýggju karmarnir fara at hava fyri húsfólkið og teirra kæru. Mynd: Faroephoto
Hvør hevur verið partur av verkætlanini?
Bygningsánari: Almanna- og mentamálaráðið
Byggiharri: Landsverk
Høvðusráðgevi: MAP Arkitektar
Undirráðgevi: LBF og PBC
Fakarbeiðstakarar: Articon, Maria Poulsen og EL.FO
Undirarbeiðstakarar: Hjálpirót, Múrskeiðin, Gólvfix v/Sigurd Hentze, Málarameistari Signar Á Fríðufløtum og Arctic Import
Nýggja Sambýlið í Reynstúni. Mynd: Faroephoto
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald