Tórshavn.fo:
Arbeitt hevur somuleiðis verið við uppskoti til tekniska loysn, hvussu áin kann latast upp við reinum vatni, har dálkað vatn verður leitt uttan um sjálva ánna.
Í tilgongdini hevur verið arbeitt við møguleikanum partvíst at lata Havnará upp, men verður hetta ikki mett ráðiligt, sum umstøðurnar eru í dag. Tí tekur verkætlanin støði í at gera eina á oman á verandi Havnará.
Verkætlanin fevnir í fyrsta umfari um strekkið frá Betri Banki og oman til sunnara enda á tinghúsvøllinum, har standmyndin av R.C. Effersøe stendur.
Zeta Architects hevur tilevnað eitt skipanaruppskot, sum lýsir arkitektoniska konseptið, har arbeitt verður við trimum hugtøkum; botnur, áarbakki og vatn.
Uppskotið, sum fevnir um eina nýggja og nútímans á, vísir á eina loysn í trimum stigum, har áin rennur ígjøgnum ymisk býarrúm og tillagar seg til umstøðurnar við at broyta dám og eginleikar.
Til tíðir er áin lyft upp úr gøtuni, aðrastaðni flýtur hon saman við gøtuni og aftur aðrastaðni grevur hon seg niður í gøtuna.
J&K Petersen vann útboðið við lægsta tilboði og býráðið hevur í kvøld samtykt at játta samanlagt 12 miljónir til endamálið. Sum skilst verður ikki farið undir arbeiðið, fyrrenn summartiltøkini í miðbýnum eru liðug. Løgtingið lutekur í verkætlanini og rindar ein part.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald