Politikkur

Nú verður dansistovan seld

Sørvágs bygdaráð hevur samtykt, at seta dansistovuna til sølu

Mynd: Instantstreetview.com

Mynd: Instantstreetview.com

2022-10-13 12:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Á bygdaráðsfundinum tann 28. septembur samtykt Sørvágs bygdaráð, at dansistovan verður seld í fríari sølu.

Málslýsing: Søla av dansistovuni.

Tilmæli 14.09.22: Trivnaðarnevndin mælir til at dansistovan verður seld í fríari sølu, við verandi servituttum.

Tilmæli 26.09.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Meirlutin í bygdaráðnum samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini. Málið er beint aftur í Fíggjarnevndina til at fyrireika útboðsmatrialið til sølu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder