Politikkur

Nú skal kommunulæknaskipanin raðfestast

Tað er eingin loyna, at stórt trýst er á kommunulæknaskipanina í Føroyum. Hóast talið av kommunulæknum í føstum starvi er økt tey seinnu árini, eru framvegis fleiri viðtalur mannaðar við avloysarum. Men nú hevur Landsstýrið valt at fremja fleiri raðfestingar á hesum økinum í 2023.

2022-10-01 11:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tríggjar nýggjar kommunulæknaviðtalur

Fólkavøksturin hevur verið stórur í Føroyum seinastu árini. Hetta hevur við sær, at talið av persónum, sum eru knýttir at ávísum viðtalum kring landið, er økt so nógv, at grundarlag er fyri at seta fleiri kommunulæknar í starv í ávísum økjum. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur tí gjørt av, at fleiri kommunulæknaviðtalur skulu setast á stovn komandi ár. Eftir ætlan verður ein nýggj kommunulæknaviðtala í Fuglafjarðar læknadømi, ein í Norðoyar læknadømi og ein í Suðurstreymoyar læknadømi.

Eg fari at gera alt fyri, at vit fáa eina so góða kommunulæknaskipan sum gjørligt. Tað er sera umráðandi, at allir borgarar í landinum hava líka góða atgongd til ein kommunulækna. Vísir tað seg, at tað er okkurt í vegin við skipanini, so má skipanin broytast – allir borgarar í Føroyum skulu tryggjast góða tænastu og javnbjóðis atgongd.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum

Menningarætlan fyri kommunulæknaskipanina

Nú er tíðin komin at gera eina menningarætlan fyri kommunulæknaskipanina. Tí fer landsstýrismaðurin í næstum at taka málið upp við Trivnaðarnevndina fyri Løgtingið umframt umboð fyri andstøðuflokkarnar. Er politisk semja um at endurskoða kommunulæknaskipanina, fer landsstýrismaðurin at arbeiða miðvíst við at gera eina menningarætlan fyri kommunulæknaskipanina í komandi ári.

Læknavaktin varð eftirmett fyrr í ár, og partarnir – sum eru Heilsumálaráðið, Heilsutrygd, Sjúkrahúsverkið og Kommunulæknafelag Føroyar – eru samdir um, hvussu læknavaktin skal skipast frameftir. Nýggja semjan um skipan av læknavaktini kann verksetast, tá ið Fíggjarmálaráðið og Kommunulæknafelag Føroya eru samd um sáttmálaviðurskiftini.

Vænta góða tilgongd av nýggjum kommunulæknum komandi árini

Sum nevnt, eru framvegis fleiri kommunulæknaviðtalur í Føroyum mannaðar við avloysarum. Men tað eru góð útlit viðvíkjandi tilgongdini við kommunulæknum. Fleiri læknar eru í løtuni undir høvuðsútbúgving í almennum medisini, tað vil siga undir útbúgving til kommunulækna. Í løtuni eru tilsamans 11 læknar undir útbúgving til kommunulækna, væntandi verða trý liðug komandi ár, tvey í 2024, trý í 2025, tvey í 2026 og ein í 2027.

Í meðal eru 10 læknar undir útbúgving til kommunulækna í senn, tvey nýggj høvuðsútbúgvingarstørv verða sett um árið, og í meðal verða tveir læknar lidnir við útbúgvingina til kommunulækna um árið. Seinnu árini hevur tilgongdin av læknum verið støðug, og tað hevur eydnast at seta flestu høvuðsútbúgvingarstørvini, sum hava verið lýst leys.

1. mars í ár vóru 20 ár síðan útbúgvingarskipanin varð sett í verk, tá høvdu tilsamans 33 læknar lokið høvuðsútbúgvingina. Tilgongdin av læknum er voksin nógv seinastu árini, og talið av føroyingum, sum lesa læknafrøði, er somuleiðis hækkað nógv seinnu árini.

Landsstýrismaðurin fegnast um góðu útlitini til framhaldandi støðuga tilgongd av kommunulæknum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder