Politikkur

Norðurlendsk eldrafeløg glefsa frá sær

Herfyri samdust limafeløgini í NSK, Nordisk Samarbets Komité, har Landsfelag Pensjónista er limur, at senda eitt felags áljóðandi skriv til allar stjórnir í limalondunum. Í felagsskrivinum verður heitt á Føroya Landsstýri um at hækka fíggjarliga stuðulin til góða tannheilsu hjá eldri fólki:

2023-12-01 12:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Í norðurlondum hava vit leingi verið errin av vælferðarskipan okkara og evnum okkara, at verða før fyri at veita eina dygdargóða og høgliga heilsu- og sjúkrarøkt til fólkið, ið her býr.

 

Vælferðin, ið hevur við sær, at borgararnir hava rætt til røkt, alt eftir tørvi, hevur í mong ár verið tikin fram sum ein fyrimynd fyri restini av heiminum. Tað eru ógvuliga fá lond, ið hava eitt eins gott og væl framkomið fíggjarligt trygdarnet, sum hevur verið stýrt av virðunum, sum vit, har øll eru virðismett eins, og øll skulu hava somu møguleikar.


Norðurlendska vælferðarmodellið hevur í stóran mun givið sítt íkast til at útjavna fíggjarliga ójavnan millum borgararnar. Men tannrøktin hevur ikki reiðiliga fylgt við. Um tú gerst sjúkur í munninum, skalt tú gjalda ein stóran part av útreiðslunum sjálv/ur. Tað sleppur tú undan, um tú verður rakt/ur av aðrari sjúku.


Verandi skipan innan tannrøkt

Óskiljandi er, at hvørki tenn ella muður verða mett sum partar av kroppinum, eftir sum hetta eru partar, ið hoyra til kroppin eins og allir aðrir partar av likaminum.

Úrslitið av, at hava tvær ymsar skipanir, eina, ið er galdandi fyri tenn, og eina aðra, ið er galdandi fyri restina av kroppinum, kann fáa stórar fylgjur fyri bæði einstaklingin og samfelagið.


Øll skulu hava ráð at hava heilsugóðar tenn, og ikki bara tey, sum hava ráð at gjalda fyri kostnaðarmiklar viðgerðir.

Í dag er góð tannheilsa vorðin tekin um stættarmun. Kostnaðurin er høgur. Tað merkja serliga tey og teir bólkar, sum ikki hava so nógvan pening um hendi. Tað vísir seg haraftrat, at bólkurin, ið er ringast fyri í so máta, er tann, ið telur eldri kvinnur og sum búgva einsamallar.


Avleiðingar av vantandi tannrøkt

Okkara felagsskapir hava óteljandi dømir um limir, sum av fíggjarligum orsøkum velja tannrøktina frá. Vit hoyra frásagnir um, at limir skammast yvir at hava vánaligar tenn, og at tað er orsøkin til, at hesir somu halda seg burtur frá sosialum virksemi, eftirsum teir ikki hava ráð at gera nakað við sjónlig tekin um vantandi tenn. Summir limir óttast fyri, at onnur merkja ringa munnluktin, ið stavar frá varandi ígerðum. Hjá øðrum er tað ein trupulleiki at eta, tí tey hava so ilt í tonnunum. Samanumtikið økir hetta um vandan fyri sosialari útilokan og eini alsamt vánaligari heilsustøðu, tá man er noyddur at raðfesta munnheilsuna lægri. Eitt annað, sum hevur minst líka so stóran týdning, er sjálvsálitið, tá man ikki hevur ráð til at fáa ta tannpleygu, man hevur so harðliga brúk fyri.


Umframt omanfyri nevndu dømir vísir ein gransking, at samanhangur er millum munnheilsu og aðrar medisinskar trupulleikar. Tað finnast fleiri og ógvuliga skilagóðar ritgerðir um mistar tenn og miðvísar sjúkur sum diabetes og hjartaæðrasjúkur. Nágreiniliga orsøkin er enn ikki heilt prógvað, men týðiliga sæst, at ein góð tannrøkt alt lívið hevur stóran týdning fyri almennu heilsuna og lívsgóðskuna hjá eldri fólki. Um landið letur fíggjarligan stuðul til tannrøkt, sum gevur øllum sama møguleikan at fáa neyðugu røktina, sum vit í veruleikanum hava brúk fyri, kunnu vit fyribyrgja heilsutrupulleikum og minka um fíggjarligu strongdina, sum standast kann av tannlæknarokningum.


Uppskot til betran 

Tað er ein langskygd íløga at gera tannrøktina hjá hvørjum einstøkum bíligari, heldur enn at talan er um eina útreiðslu. Tað kann veita samfelagnum stórar sparingar at fyribyrgja álvarsligum heilsutrupulleikum við eini tíðligari og regluligari tannrøkt. Færri bráðneyðugar tannlæknavitjanir og ein minkandi tørvur á kostnaðarmiklum medisinskum inntrivi kunnu enda við eini meiri varandi og útreiðslueffektivari heilsu- og røktarskipan, fyri ikki at tosa um eina størri lívsgóðsku hjá hvørjum einstøkum menniskja.


Okkara átta norðurlendsku pensjónista- og eldrafeløg krevja sterk politisk tiltøk, so muður og tenn eisini verða javnmett sum ein partur av kroppinum og, at hesin parturin av likaminum kemur undir vanliga sjúkrarøkt. Tað er í tøkum tíma at taka stigið móti einum øktum fíggjarligum stuðuli til tannrøkt, so fólkaheilsan og heilsuligu javnrættindini styrkjast í øllum Norðurlondum. Hetta fer at minka um heilsuliga ójavnan.


Norðurlond liggja alra ovast, tá tað kemur til altjóða kanningar, ið snúgva seg um opinleika, álit og eydnusemi. Men tá tað kemur til nakað, vit hava lært, so er tað, at vit ikki bara eru nøgd, men at vit alla tíðina eru noydd til at betra um skipanir okkara fyri at fylgja við teim krøvum, ið samtíðin krevur. 

Nýggjar broytingar mugu til fyri at verja okkara norðurlendska vælferðarmodell. At seta í gildi nýggjan almennan fíggjarligan styrk í Norðurlondum, hevði gjørt tannrøktina meiri atkomiliga hjá øllum, uttan mun til inntøku. Hetta hevði verið eitt uppaftur størri stig rætta vegin móti einum heilsuligum javnstøðukendum samfelag. Tað er eitt stig, sum ikki einans gagnar tí einstaka, men øllum samfelagnum langskygt.

Ein íløga í framtíðina.

 

Tórshavn 30. nov. 2023

Beate L. Samuelsen, forkvinna

Landsfelag Pensjónista

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder