Vinna

Norðurlandahúsið leitar eftir konum í skiftisárunum

.

Myndatakari: Tale Hendnes

Myndatakari: Tale Hendnes

2025-08-21 15:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 



Norðurlandahúsið leitar eftir konum í skiftisárunum

Hitatúrar, at vera gloymsk, liðapína, vánaligur svøvnur og at missa hárið. Kennir tú hetta aftur? So ert tú kanska millum tær, ið Norðurlandahúsið leitar eftir.

Í heyst verður Norðurlandahúsið karmur um nýggja leiklistafestivalin - VERK – Nordic Stage Days, sum savnar listafólk og áskoðarar úr øllum Norðurlondum. Á skránni verður eitt nú dansisýningin When the Bleeding Stops, sum er um at vera kona í skiftisárunum.

Sýningin, sum íslendski koreografurin, Lovísa Ósk Gunnarsdóttir, stendur fyri, fer inn á, hvussu tað er at vera kona, at eldast og at bróta tøgnina, sum er um skiftisárini.

Í hesum sambandi leitar Norðurlandahúsið eftir føroyskum konum í aldrinum 45-65 ár, ið eru í skiftisárunum, og sum høvdu havt hug at verið við í sýningini. Ikki er neyðugt við nøkrum royndum í dansi, men tú skalt tíma at standa á palli og røra teg.

Festivalurin VERK – Nordic Stage Days verður í døgunum 2.–4. oktober í Norðurlandahúsinum.

Evsta freist at melda seg til sum luttakara í When the Bleeding Stops er 22. august. Áhugaðar kunnu melda seg til og lesa meira her: https://www.nlh.fo/fo/tidindi/tidindi-ur-nordurlandahusinum/kundi-tu-hugsad-taer-at-verid-vid-at-sett-sjoneykuna-a-skiftisarini

Mynd: When the Bleeding Stops. Myndatakari: Tale Hendnes

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder