2025-01-17 13:43
Norðborg hevur fiskað makrel vestanfyri Hetland, teir fóru avstað 8. januar og hava fiskað umleið 1.400 tons,
Norðborg er komin undir land eystanfyri, har teir arbeiða tað teir hava í tangunum. Í morgin skulu teir landa umleið 250 tons í Ánunum, fyri at geva pláss fyri tí teir hava í tangunum, teir fara út aftur í morgin at framleiða, teir koma nokk aftur mánamorgunin inn at landa.
Teir hava heilfryst alt hendan túriin.
26 mans og 2 praktikkantar eru við hendan túrin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald