Vinna

Norðborg landar í Ánunum

.

2026-02-05 08:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder




Norðborg, sum hevur fiskað sild í norskum sjógvi, kom í Ánirnar tíðliga í morgun, har teir skulu landa 300 plattar av sild, fyri at geva betri pláss í lastini, at frysta tað, teir ikki hava framleitt enn, eini 300 tons.

Tá ið teir 300 plattarnir eru komnir í land, tá fara teir út afturog framleiða so tað ið eftir er í tangunum, tað verður helst fríggjadagin og leygardagin, at teir landa aftur í Ánunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder