2024-09-13 09:06
Norðborg kom í nátt í Ánirnar, eftir at teir í gjár høvdu bunkrað í Fuglafirði, eisini pumpaðu teir 100 tons av lýsi í tangarnar hjá Havsbrún.
Norðborg hevur hendan túrin roynt í norskum sjógvi.
Teir hava 1.116 tons av frystum, harav er 110 tons heilfryst, 20 tons flak og 1.086 tons heysaður makrelur, eisini hava teir 66 tons av mjøli.
Tað vóru 25 mans við hendan túrin.
Jón Rasmussen sigur, at teir fara nýggjan túr mánadagin, tá fara teir at leita eftir svartkjafti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald