2024-12-12 11:46
Norðborg, sum hendan túrin hevur fiskað sild norðalaga í altjóða sjógvi, landaði í gjár í Ánunum, teir høvdu fulla last av frystari sild, umframt 140 tons av mjøli.
Jón Rasmussen skipari segði í morgun við okkum á JN.fo, at tað viðraði stak illa til veður hendan túrin, vindmálarin vísti fyri tað mesta 20+ meginpartin av túrinum.
Norðborg fer í dag nýggjan túr, í morgun bunkra teir í Fuglafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald