Vinna

Norðborg fer nú at rigga til at fara á sildaveiðu

Norðborg er komin á Fuglafjørð, har teir bunkra og pumpa lýsi í tangarnar hjá Havsbrún

2023-09-18 20:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

 Og landa fryst og mjøl mikudagin í Áninum. Vit hava 850 tons av frystum heysað og heilfryst so hava vit 80 tons av mjøli og 120 tons av lýsi, segði Jóhan Isaksen skipari við okkum í dag.

Nei henda seinasta vikan gav bara minni og minni, so vit valdu at gevast. Men nú er eisini nógv fiskað tilsammans.

Tað næsta verður norðhavssild, men helst liggja vit eitt sindur, segði Jóhan Isaksen.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder