Vinna

Norðborg er á veg heim við fullari last

Norðborg hevur roynt í altjóða sjógvi norðanfyri, heilt norði á umleið 68N

2022-01-23 11:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg er á veg heim við fullari last - góðum 900 tonsum av sildaflaki, 415 tons av heilfrystari sild, 240 tons av mjøli og 150m3 av lýsi.

Norðborg fer fyrst á Fuglafjørð at bunkra og pumpa lýsi í tangarnar hjá Havsbrún, tað er stormur á leiðini har teir eru staddir í løtuni, teir meta at teir verða á Fuglafirði einaferð mánadagin ella mánakvøldið.

Teir skulu landa tað frysta og mjøli í Ánunum.

Í morgun er bara Høgaberg á leiðini, har Norðborg hevur roynt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder