Vinna

Nøktandi úrslit í fyrra hálvári  

Hóast skaðaútreiðslurnar í fyrra hálvári vóru størri, enn tær hava verið undanfarin ár, fegnast leiðslan um, at Trygd er í støðugari menning, at virksemið veksur, og at íløgurnar hava givið gott avkast higartil í ár. Samanumtikið metir leiðslan gongdina í fyrra hálvári vera nøktandi.

2024-09-10 09:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Úrslitið eftir skatt gjørdist 8,1 mió kr., sum er hægri enn sama tíðarskeið í fjør, tá úrslitið var 4,6 mió kr. eftir skatt. Skaðaútreiðslurnar vóru 58,8 mió. kr., sum er 7,5 mió kr. hægri enn fyrra hálvár í fjør.

“Vøksturin í skaðaútreiðslum stavar serliga frá stormskaðum tíðliga í ár og einstøkum størri skaðum í vár. Harumframt gerst tað alsamt dýrari at umvæla skaðar, men vit síggja tó eisini, at prísvøksturin er komin í eina meira vanliga legu aftur. Vit fegnast um at hava eitt sterkt felag, sum er ført fyri at hjálpa kundunum, tá ið teir hava tørv á hjálp í sambandi við skaðar,” sigur Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd. 

Íløguvirksemið hilnaðist væl fyrra hálvár 2024 við einum avlopi á 4,0 mió kr. samanborið við 0,4 mió kr. sama tíðarskeið í fjør. 

Útlitini fyri restina av árinum
Leiðslan er bjartskygd og væntar eina støðuga framgongd í tryggingarvirkseminum restina av árinum, meðan ein ávís óvissa er knýtt at gongdini á skaðaútreiðslusíðuni.

Vandin fyri illveðursskaðum er størst um heystið og veturin, og hóast flestallir føroyingar eru sera tilvitaðir um at rudda rundan um húsini og festa lutir, tá illveður er á veg, so kann veðrið vísa seg at hava avgerandi ávirkan á, hvussu nógvir skaðar verða fráboðaðir, og hvussu tryggingarárið fer at hilnast. Leiðslan væntar, at úrslitið fyri árið verður millum 12 og 18 mió kr. áðrenn skatt. 

Roknskapurin í stuttum

  • Hálvársúrslitið fyri skatt gjørdist 9,9 mió. kr. samanborið við 5,6 mió. kr. sama tíðarskeið í 2023.
  • Úrslitið eftir skatt var eitt avlop á 8,1 mió. kr. samanborið við 4,6 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
  • Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu við 8,2 mió. kr. fyrra hálvár 2024 og vóru til samans 111,9 mió. kr.
  • Skaðaútreiðslurnar vóru til samans 58,8 mió. kr. samanborið við 51,2 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
  • Endurgjaldsburturleggingarnar fyri egna rokning vóru 85,1 mió. kr. samanborið við 65,9 mió. kr. fyrra hálvár í fjør.
  • Skaðaprosentparturin hækkaði úr 65,3% upp í 72,1%.

Nærri upplýsingar
Anna Mohr Holm, stjóri, telefon: 55 81 00, teldupostur: [email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder